Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Kringvarpið: Nýggja RNP ”Required Navigational Performance" innflúgvingarskipanin, sum Vága Floghavn ætlar at seta í verk, er ein beinleiðis stuðul til SAS, og ætlanin er eisini kappingaravlagandi. 

Tað heldur Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways.

Altantic Airways rindaði sjálvt fyri sína egnu RNP-skipan, sum felagið tók í nýtslu í 2012. Jóhanna á Bergi vísur á, at Atlantsflog samanlagt hevur nýtt 30 milliónir uppá skipanina. Tí heldur felagið, at tað er kappingaravlagandi, at Vága Floghavn nú fer at rinda fyri somu skipan til onnur flogfør.

Hoyr innslag her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo