At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag koma ófrættakend boð úr róðrarumhvørvinum. Róðrarsambandið arbeiðir við og hevur heitt á nevndirnar í landsins róðrarfeløgum um at strika alt Sundalagið og Sandavág sum róðrarøki.

Boðini verða borðin fram á torg av Vagni Michelsen, ið altíð hevur áhuga fyri og er tíðindafróður um kappróður. Takk eigur Vagnur Michelsen fyri at bera hesi boð fram, áðrenn RSF fær útruddað allan kappróður í Sundalagnum eina ferð með alla, uttan so mikið sum at koma við einari almennari frágreiðing.

Kappróður hevur drúgva og ríka søgu í Sundalagnum. Tað er millum annað takkað verið róðrarfólki og róðrarfeløgum í Sundalagnum at vit í dag hava kappróður í seksmannaførum við monnum og kvinnum.

Róðrarfeløgini eru fleiri – Haldórsvíkar Róðrarfelag, Sunda Róðrarfelag, Hvalvík-Streymnesar Róðrarfelag og Hósvíkar Róðrarfelag, umframt róðrardeildina hjá KÍF. Serliga í Hvalvík-Streymnesi og í Hósvík hevur stór undirtøka verið fyri tjóðarítróttini seinastu árini – og tilgongdin hevur verið framúr góð við nýggjum fólki!

Tí standa vit sundalagsfólk í dag fullkomiliga óskiljandi yvir fyri hesum álopi á kappróðurin í Sundalagnum. Og so frá høvuðsnevndini í sjálvum Róðrarsambandinum.

Arbeiða tit í nevndini í RSF ítøkiliga við at strika Hvalvík og Hósvík sum róðrarøki, eiga tit í stundini at koma við einari væl grundaðari frágreiðing til kappróðrarfeløg, kappróðrarfólk og kappróðraráhugað, hví júst hesi økini skulu strikast sum róðrarøki. Í Hvalvík og Hósvík er hvørki streymur ella havalda, sum órógva róðrarøkini. Her er trygt og gott at rógva kapp upp á allar mátar, og umstøðurnar at rógva fulla teinin upp á 1000m – ja enn tá 2000m um neyðugt, eru í topp. Gaman í er regn og vindur í Sundalagnum, men tað er ein treyt í føroyskum kappróðri, at tú ert førur fyri at rógva í øllum líkindum, eisini havaldu og eitt sindur av toku.

Hetta fer at vera eitt ítróttarligt og fíggjarligt bakkast fyri feløgini í Sundalagnum, og kann kvala stóra og vaksandi áhugan fyri kappróðri í økinum. Ynskir Róðrarsamband Føroya veruliga tað? Ynskja kappróðrarfólk í Føroyum veruliga tað?

Nevndin í Róðrarsambandi Føroya eigur beinanvegin at koma við einari frágreiðing til kappróðrarfólk í Sundalagnum, í Sandavági og í Føroyum sum heild, har nevndin gjølla og sakliga grundgevur fyri hví júst Hvalvík, Hósvík og Sandavágur ikki egna seg sum róðrarøki, meðan onnur øki í landinum ganga frí.

Er tað so, at Róðrarsambandið hevur roynt at taka róðrarfeløgini í landinum í eið um at gjøgnumføra hesa ætlan, skulu tit í minsta føri koma við einari frágreiðing til róðrarfólk og øll onnur í økinum, áðrenn tit útrudda kappróðurin í Sundalagnum.

Hetta kunnu og vilja vit ikki lata standa ósvarað!

Við róðrarkvøðu
Rógvi Nybo, Hósvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo