Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Klaksvíkar kommuna: Mánadagin 14. februar 2022 var Rógvi Jacobsen á sínum fyrsta nevndarfundi í býráðnum, har hann hevur tikið sæti sum fyrsti varalimur hjá Tjóðveldi.

Fyrst valdi býráðslimurin hjá Tjóðveldi, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, er farin í barnsburðarfarloyvi, og Rógvi Jacobsen hevur nú tikið sæti fyri hana í býráðnum, umframt í hesum nevndum: Heilsunevndin, Mentanarnevndin, Trivnaðarnevndin Børn og ung, Trivnaðarnevndin Eldri og bústaðir og Umhvørvis- og býarskipanarnevndin.

Í mun til býráðsarbeiðið er kanska áhugavert at nevna, at Rógvi er sonur Steinbjørn O. Jacobsen, sum var býráðslimur í samanlagt 24 ár, frá 1997 til 2020, harav 8 ár sum borgarstjóri árini 2001-2008.

Sostatt kann staðfestast, Rógvi hevur kommunupolitikk í æðrunum, og nú hevur hann fyri fyrstu ferð tikið sæti. Rógvi Jacobsen er útbúgvin timburmaður og er sjálvstøðugur vinnurekandi.

- Hesaferð verður tað bert í nakrar mánaðir, men eg síggi fram til at gera mær nakrar royndir í býráðsarbeiði, sum altíð hevur havt mín stóra áhuga, sigur Rógvi í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo