Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á flokstinginum í Sørvági takkaði Gunnhild Dahl Niclasen fyri seg sum aðalstjórnarforkvinna. Gunnhild tók við í 2018.

Flokstingið valdi Rógva Nybo til nýggjan aðalstjórnarformann og bygnaðarliga næstformann fyri Tjóðveldi.

Rógvi Nybo er væl kendur í Tjóðveldi, hevur verið virkin í Unga Tjóðveldið og hevur tvær ferðir stillað upp fyri flokkin í 2008 og 2019, umframt verið valsamskipari til býráðs- og fólkatingsval í 2016 og 2019.

Nývaldi aðalstjórnarformaðurin er 32 ára gamal og er eisini býráðslimur og formaður í teknisku nevnd í Sunda kommunu, umframt at hann hevur verið formaður í Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag seinasta árið.

Rógvi er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur starvast í m.a. Fólkatinginum, Norðurlandaráðnum og Uttanríkistænastuni, og starvast nú sum fulltrúi á Barna- og Ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Rógvi hevur verið virkin í bæði fótbólti og kappróðri, er trúlovaður Silju Joensen og hevur trý børn.

Aðalstjórnarformaðurin hjá Tjóðveldi, sum eisini er annar av tveimum næstformonnum, hevur bygnaðarligu ábyrgdina av at leiða flokkin og tryggja neyvt samstarv millum allar liðir í flokkinum.

Saman við floksformanninum og politiska næstformanninum er aðalstjórnarformaðurin við til at manna floksleiðsluna í Tjóðveldi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo