Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

 

Rókur Akralíð hevur gjørt av at stilla hondbóltsskógvarnar á hillina.

Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst í 2004, bert 17 ára gamal, og hevur nú eftir 18 ár á landsliðnum gjørt av at steðga.

Hetta skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.

Hann steðgar eisini í sínum felagi Aarhus HC.

Rókur Akralíð er 35 ára gamal og arbeiðir sum lækni í Aarhus. Hann hevur leikt 51 landsdystir og skotið 67 mál fyri føroyska A-landsliðið, og hann er sostatt leikarin við triðflest landsdystum. 

Um avgerð sína at gevast sigur Rókur millum annað, at...

- Fortreytin fyri at vera virkin á høgum ítróttarligum støði krevur, at tíð og orka verður løgd í venjing og ikki minst styrkivenjing. Hesa tíð havi eg tíverri ikki longur.

- Eg havi vant minni enn áður og var byrjaður at merkja, at styrkin og støðið hjá mær heldur ikki var, sum tað hevur verið.

- Eg havi hugsað um tað í eina tíð eftirhondini, og tað var við blandaðum kenslum, at eg í desember ringdi til landsliðsvenjaran og greiddi frá, at eg hevði tikið avgerð um at gevast við at spæla hondbólt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo