Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Niðurlendski Wout Weghorst nærkast einum skifti til Manchester United.

Hetta veit Fabrizio Romano, helst heimsins kendasti transferserfrøðingur. 

United hevur sambært Romano gjørt eina munnliga avtalu um at leiga niðurlendska áleyparan, tað sum er eftir av hesum kappingarárinum.

Kostnaðurin fyri hetta er 3 milliónir evrur.

Burnley er móðirfelagið hjá Weghorst, men hann hevur verið leigaður út til Besiktas hetta síðsta hálva árið, og tað er tað turkiska felagið, sum fær tær tríggjar milliónir evrurnar frá United, skrivar Romano.

Tað einasta, sum restar í, áðrenn Weghorst kann lata seg í reyða United-búnan, er, at Besiktas finnur "tann rætta avloysaran".

30-ára gamli Weghorst var við Niðurlondum til HM-endaspælið í Katar í vetur. Har skeyt hann tvey mál, harav bæði komu í dramatiska fjórðingsfinaludystinum móti Argentina, sum Argentina vann eftir brotssparkskapping.

Í United skal Weghorst royna at fylla tómrúmið eftir Cristiano Ronaldo, sum fekk sekkin í felagnum í november eftir samrøðuna, sum hann gjørdi við journalistin Piers Morgan.

Ronaldo skrivaði í desember undir sáttmála við saudiarabiska felagið Al-Nassr FC.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo