Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Felagið DC United, sum Rooney leikar í, liggur niðast í Eastern Conference í MLS eftir 18 dystir, men fekk síni næstu trý stig síðani 19. mai.

Í dystinum móti Colorado Rapids í gjár skoraði Rooney sítt fyrsta mál fyri felagið. Rooney brúkti kroppin til at koma leysur og plasseraði bóltin millum beinina á Rapids-málmanninum Tim Howard tá 33 minutter vóru leiktir av dystinum.

DC United vann 2-1 móti Colorado Rapids.

Í yvirtíðini breyt tann 32 ára gamli Rooney nøsina í eini duell í verjuni undir hornasparki. Rooney bløddi illa og mátti seymast aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo