Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er matblaðið hjá navnframa danska blaðnum Euroman, Gastro, ið hevur kosið roykta laksin hjá Bakkafrost at vera “best í test”. Ummælarin hevur mett um átta ymiskar royktar laksavørur, ið fáast til keyps í donskum matvøruhandlum, og roykti laksurin hjá Bakkafrost vinnur kappingina og fær ummælið:

- Tunnar skivur, vakurt skornar og pakkaðar. Sera góðan og leskiligan royksmak, sum ikki køvir laksasmakkin. Skivurnar eru ikki "vátar" og feittutar. Ein sera góð vøra, og í tí dýra endanum í testini, men eisini tann besta. Ein ‘skanningskoda’ á pakkanum gevur møguleika fyri at finna fleiri upplýsingar um vøruna.

Roykti laksurin hjá Bakkafrost verður framleiddur á roykivirkinum á Glyvrum og fæst til keyps kring alt landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo