Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Høvuðsrukkan á Cop 26 er eyðvitað tann senili Biden, Vesturheimsins leiðari og verji, ið svav við munnblæu í amerikanska forsetastólinum á fundi í gjár. Eigið hann nú.

Biden hevur annars sparkað lív aftur í lyftið hjá Obama um, at USA skal gjalda korruptum leiðarum í 3. heimi $ 100 mia um árið aftur fyri, at teir hvørki klára at klæða ella føða og enn minni at veita sínum tegnum reint vatn, ljós ella hita, men líta bert á neyðhjálp.

Tað er ikki sosialisturin Biden, men kommunistiski forsetin í Kina, Xi Jin Peng, og einaræðisharrin fyri lívstíð í Ruslandi, Vlad Putin, ið geva miðal hampa vesturlendingum vón um, at Grýluveitslan í Glasgow miseydnast sum tann politiska apufest, ið hon er.

Skilvísir vesturlendingar, t.m. føroyingar, kunnu nú kenna okkum tryggari fyri okkara egnu nýreligiøsu klimafasistum á t.d. Umhvørvis-, Havstovuni, Setrinum og manga aðrastaðni.

Spell, at tey ikki sleppa at vera millum hinar 30.000 ‘1,5 stig Celcius um 100 ár’, ið tilbiðja, dansa um og offra til 18 ára gomlu svensku Gaia-gagag-gudinnuna, Gretu Thunberg.

(Forrestin hevur Suðurpólurin júst havt kaldasta vetur nakrantíð, - 62stig í miðal).

Xi Jin Peng er fyribils givin at fuppa vesturlendskar veðurlagsnaivistar, at Vestanlond skulu gjalda allan prísin fyri at steðga okkara CO2 útláti, meðan Kina uttan at rinda eina krónu heldur fram at goysa meiri kolvetni út í luftina enn nakað annað land í heimi.

Kina eigur 30%, USA (bert) 12%, India 9% og Rusland 7% av heimsins CO2-útláti.

Tískil eiga Kina, India og Rusland nærum helvt av øllum heimsins CO2, t.e. 4 ferðir meir enn USA, sum saman við Evropa og Japan skal gjalda allan prísin fyri heimsins útlát.

Kina eigur sjálvt og flytir inn kol til síni verandi 2.400 kolorkuverk umframt tey 1.200, ið Kina hevur kravt at byggja aftrat fram til 2030. Kina innflytur gass og olju úr Sibir og Iran.

USA er nú komið niður á bert 200 kolorkuverk, og Biden fer í hatri til amerikanska olju- og gassídnaðin at skerja framleiðsluna 10% um árið í miðal fram til 2030.

Kina brúkar kol, olju og gass til at framleiða 70% av heimsins el-bilabattaríum, vindmylnum og sólpanelum, sum alt verður keypt av Vestanlondum til at framleiða svikaliga elorku her.

Evropa er nú so orkufátækt, at tað hevur gjørt sáttmála við Rusland (stuðlað av Biden) at keypa kol, olju og gass til at framleiða el til húsahita, flutning og allar ídnaðarvørur.

Biden í barndømi bað á G-20 fundi í Róm Rusland og OPEC-londini (flestu eru arabisk) um at pumpa og selja meiri olju, tí oljuprísurin í USA hækkar í vanlukkumáti. Men øll bara flentu í kíki at hesi størstu politisku rukkuni í heiminum, ið hevur avloyst kempuna Trump.

Spell, at vit mugu takka XI og Putin, at teir avdúka okkara høpisleysa ‘veðurlagspolitikk’, ið verður Vesturheimsins bani. (Vit gera kortini sjálvmorð við Biden og Thunberg á odda).

Nei, plantið heldur 1 miljard trø árliga kring heimin. Trø liva av at tøma luftina fyri kolvetni.

Hagtøl prógva annars, at fyri hvørt fólk, ið doyr av hita, doyggja 10 av kulda hvørt ár.

Talið á ódnum, skógareldum og 1,5 mm hægti sjóvarmálanum árliga (1,5 cm hvørji10 og 15 cm hvørji 100 ár) í miðal eru einki broytt farnu 15.000 árini (t.e. síðan síðstu ístíð).

Takkað veri kolvetni (90% av allari orku í heiminum), er talið av fólki á jørðini økt úr 1 mia upp í 8 mia við 100 ferðir hægri livistøði í miðal eftir bert 200 árum.

Talið á fólki, ið doyggja av ‘náttúruvanlukkum’ er í ár, 2021, bert 4% av tí, tað var i 1921.

Alt annað er fupp og svindul, sum miðar eftir at flyta skattpening frá teimum, ið arbeiða, til teirra, sum liva av at ræða lívið úr okkum øllum.

So, gott, turt og lýtt veðurlag ynskist tykkum rættvísu og okkum órættvísu.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo