Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Barna- og útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið á rundvísing í nýggja húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, tók ímóti og vísti runt. 

Tað gongur væl við byggingini, sum er við at taka skap í øllum smálutum. Eftir nýggjastu tíðarætlanini verður byggingin liðug til várs. Umstøðurnar verða framúr góðar í nýggja húsarhaldsskúlanum, sum fer at taka nærum dupult so nógvar næmingar, sum tann gamli.

Tað kunnu vera 35 vistarhaldsnæmingar í nýggja skúlanum til tey longu skeiðini, umframt enn fleiri til tey styttri. Húsarhaldsskúlin er sjálvsognarstovnur og skal sjálvur finna helvtina av fíggingini til innbúgvið í nýggja skúlanum, meðan landskassin rindar helvtina.

Skúlin er í ferð við at søkja um stuðul frá nógvum privatum fyritøkum og grunnum. Tað gongur framá við tí, men enn er nakað eftir á mál. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo