Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í sambandi við munnligar fyrispurningar, spurdi Helgi Abrahamsen, tingmaður, tríggjar spurningar í sambandi við lýsingar.

Helgi Abrahamsen vildi hava svar frá Jenis av Rana, landsstýrismanni, viðvíkjandi:

- Hvar gongur markið millum, nær ein søga í Kringvarpinum verður roknað sum tíðindi, og nær hon verður roknað fyri at vera ein lýsing?

- Kann ein lýsing, sum er ólóglig, gerast lóglig, um hon verður lisin upp sum tíðindi í Kringvarpinum?

- Hvør er ítøkiligi munurin á tíðindum og lýsingum fyri somu framleiðslu í hesum høpi?

Í svarinum segði Jenis av Rana, at ásett er í § 8, stk. 7, 2. punktum í kringvarpslógini, at kunngerð, lýsing og sponsorering skal vera háttað soleiðis, at greiður skilnaður er millum programminnihald, kunngerð, lýsing og sponsorering.

- Eisini kann landsstýrismaðurin í mentamálum við heimild í § 8, stk. 8 í somu lóg áseta nærri reglur um hesi viðurskifti. Sigast skal, at enn eru tílíkar reglur ikki gjørdar, hóast heimildin hevur staðið har síðani 1. jan. 2007.

- Tá ið tað er sagt, so eru lýsingar í miðlum, haruppií fjaldar lýsingar fevndar av marknaðarføringslógini undir landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum. Uttan at eg skal tulka ta lóggávuna, so stendur orðarætt í § 4, stk. 1, at ein lýsing skal vera soleiðis háttað, at lýsingin týðiliga verður uppfatað sum ein lýsing, uttan mun til hvønn form lýsingin hevur, og hvørjum miðli lýsingin verður borin fram í.

- Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur við heimild í § 4, stk. 2 í nevndu lóg ásett nærri reglur í kunngerð um skilmarking av hugtakinum lýsing sambært marknaðarføringslógini. Tað er Brúkaraumboðið, sum stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, ið umsitur marknaðarføringslógina, og Brúkaraumboðið hevur í tí sambandi gjørt eina røð av vegleiðingum og leiðreglum innan eitt nú lýsingar.

- Sostatt er tað upp til Brúkaraumboðið at meta um, hvørt lýsingin er soleiðis háttað, at hon nóg væl verður uppfatað sum ein lýsing – og tað er uttan mun til, um tað er í Kringvarpi Føroya ella øðrum miðli, at lýsingin verður borin fram í.

- Nú spurt verður serliga inn til reklamu av øli og rúsdrekka, so kann nevnast, at ásett er í § 19 í rúsdrekkalógini, at øll reklama í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum viðvíkjandi sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er forboðin. Tað er eisini landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, ið umsitur ta lóggávuna, segði Jenis av Rana.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo