

Tað gongur væl við mótálopinum hjá Ukraina. Russar flýggja undan, boða fleiri tíðindastovur frá, og bretska fregnartænastan, sum vanliga veit væl, váttar tíðindini.
Eisini hernaðarligi Wagner bólkurin, sum hevur hjálpt russum, hevur trupulleikar, og onkunstaðni eru teir kringsettir, verður sagt.
Tað er serliga við býin Bakhmut at bardagarnir eru harðir. Býurin hevur ikki stóran strategiskan týdningin, men stóran súmbolskan týdning, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo