

Russiska verjumálaráðið boðar frá, at russiski herurin hevur dripið fleiri enn 600 ukrainskar hermenn í einum rakettálopi á bygningar í Eysturukraina í nátt.
Hetta upplýsir Reuters.
Ukraina hevur enn ikki viðmerkt hesa útsøgnina, men fyrr í dag segði ukrainski borgarstjórin í býnum Kramatorsk í einum uppslagi á Facebook, at eingin hevur latið lív í álopinum.
Russiska verjumálaráðið sigur, at álopið í Kramatorsk er ein hevndaratgerð fyri álopið í býnum Makiivka fyri viku síðani.
Nýggjársdag skutu ukrainar eftir eini russiskari hernaðarstøð í Makiivka. Ukrainar førdu fram eftir álopið, at upp ímóti 400 russiskir hermenn høvdu latið lív í álopinum, meðan russar í sínum lagi søgdu, at álopið hevði kravt 63 - seinni 89 - mannalív.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo