Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Altjóða ítróttardómstólurin, CAS, í Lausanne útihýsur 68 russiskum ítróttarfólkum frá OL í Rio.

Russland hevur verið útihýst frá altjóða frælsum ítrótti síðan november 2015, har ein frágreiðing frá altjóða antidopingnevndini (Wada) avdúkaði umfatandi og statsstuðlaða doping í russiskum frælsum ítrótti.

Russiski ítrtóttarráðgevin, Vitaly Mutko, var í frágreiðingini nevndur sum ein av fólkunum, sum kendi til svikini, og IOC hevur longu noktað honum atgongd til OL í Rio.

Síðani hevur Russland roynt at rættað upp á sítt umdømi og at fylgt krøvunum hjá Wada, men hetta hevur ikki eydnast.

Altjóða Olymiska nevndin (IOC) vónar innan eina viku at kunna siga, um Russland heilt skal útilokast frá OL í Rio komandi mána, her verður bíða eftir avgerðini  hjá CAS. Hetta segði talsmaðurin hjá IOC, Emmanuelle Moreau, í dag eftir fund í stýrinum fyri IOC.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo