Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nato landið Turkaland er blivið nýggja spæliplássið hjá russiskum ríkmonnum, sonevndum oligarkum, tað skrivar Financial Times.

Seinastu mánaðirnar eru nærum 40 marglætisbátar komnir í ymsar bátahylar við Bosporussundið at liggja, og prísirnir á fastari ogn, bæði til at leiga og eiga, eru farnir til himmals. Í pørtum av Istanbul og í frítíðarbýum sum til dømis Antalya við turkisku miðjarahavsstrondina eru prísirnir hækkaðir heilt upp í 160%.

Bæði USA og Europa hava lagt nógvar avmarkingar á russiskar pengaflytingar, og tað ger, at goldið fyri tað mesta verður í reiðum peningi. Soleiðis liggur turkiski tjóðbankin inni við tí sum svarar til nærum 200 milliardir krónur, sum bankin ikki hevur nakra frágreiðing um, skrivar miðilin.

Sambært turkiska fíggjarmálaráðharranum, Nureddin Nebati, so eru pengarnir komnir frá ferðavinnuni, men Atilla Yesilada, sum er greinari í fyritøkuni Global Source Partners, sigur, at í Turkalandi verða ongir spurningar settir, tá russiskir ríkmenn koma við kuffertum fullum at dollarum.

- Eg havi tosað við bankafólk sum siga, at russarar hava heili privatflogfør til at flúgva hesi kuffertini, fylt við dollarum, til Turkalands, sum verða sett í bankan. Generelli politikkurin er, at ongir spurningar verða settir við nakað, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo