

Eitt russiskt flogfar misti hóskvøldið ammunusjón yvir russska býin Belgorod, sum liggur tætt við markið til Ukraina.
Tað skriva bæði The Guardian og CNN, sum endurgeva russiska verjumálaráðið og guvernørin í Belgorod-økinum, Vyacheslav Gladkov.
Hendingin gav harðar spreingingar í býnum, og fleiri bygningar eru illa skaddir. Harumframt hevur mista ammunisjónin skapt eitt stórt spreingihol í býnum, sambært myndum sum KiyvPost hevur lagt út á Twitter, skrivar danska TV 2.
Tvær kvinnur fingu skaða.
⚡️A massive explosion occurred in #Russia’s #Belgorod, creating a huge crater, AFP reported. pic.twitter.com/gmZqJsmr0y
— KyivPost (@KyivPost) April 20, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo