

Kreml sigur um fundin millum uttanríkismálaráðharrarnar Sergej Lavrov og Dmytro Kuleba í Turkalandi í morgin at hann er «sera týðandi».
– Tá ið umræður fundin millum uttanríkismálaráðharrarnar, er hetta eitt framhald í samráðingunum, sum eru sera týðandi, segði Kreml-talspersónurin Dmitrij Peskov í Moskva í dag, skrivar NRK.
Kuleba og Lavrov skulu eftir ætlan hittast í turkiska býnum Antalya til samráðingar, sum eru á hægsta stigi síðani kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo