At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russland hevur skift út herovastan við ábyrgd av krígnum í Ukraina.

Sergej Surovikin hevur higartil staðið á odda fyri russiska flogvápninum, men nú fær hann ábyrgdina av russisku álopunum á Ukraina, boðar russiska verjumálaráðið frá.

Hetta er triðja útskiftingin á høgum stigi innan russiska herin seinastu vikurnar.

Útskiftingin hendir eftir, at tað seinastu vikurnar bert hevur gingið aftur á hond hjá russum á hermótinum í Ukraina.

Á myndini er Sergej Surovikin, herovasti, longst til høgru á myndini, har hann skálar saman við Vladimir Putin, forseta og fyrrverandi forsætisráðharranum Dmitrij Medvedev.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo