Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Iran og Russland hava gjørt avtalu um at víðka samstarvið ímillum londini. Hetta inniber millum annað, at Iran veitir Russlandi vápn og lóður, nú Russland hevur nógv brúk fyri tí. Afturfyri fer Russland at veita Iran stuðul, hernaðarliga og á annan hátt, tá Iran hevur brúk fyri tí.

- Talan er um eitt fullkomið samstarv um verju á øllum økjum, sigur amerikanski ST sendiharrin, Barbara Woodward.

Iran hevur longu sent nógvar dronur til Russland, sigur USA, men hetta vísir Iran aftur. USA sigur, at víðkaða samstarvið ímillum Iran og Russland eisini fevnir um hernaðartyrlur og -flogfør.

USA og Bretland hava lovað Ukraina meira hjálp til at standa ímóti Russisku atgerðunum, sigur sendiharrin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo