Støðan er ógreið í eysturukrainska býnum Soledar, eftir at privati Wagner herurin sigur seg hava tikið stórar partar av býnum. Wagner herurin er í parti við Russlandi og berjist fyri pengar ímóti Ukraina.
Ein talsmaður fyri herin sigur, at teir hava kringsett sjálvan miðbýin, har nakrir fáir ukrainskir hermenn framvegis berjast. Men neyvan meira enn ein dag afturat, so eru bardagarnir lidnir, sigur hann.
Ukrainska verjumálaráðið sigur hinvegin, at ukrainsku hermenninir í býnum framvegis verja býin manniliga.
Tað er bítandi kalt, niður í minus 12 stig og greitt er, at stórar oyðileggingar hava verið, og mannfallið hevur verið stórt hjá báðum pørtum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo