Eitt sitat hjá amerikanska forsetanum Joe Biden undan krígnum verður nú tikið fram av propaganda-maskinuni hjá Russlandi, og vil talskvinnan Maria Zakharova hava svar frá USA um USA eigur ein leiklut í gasslekanum í Eystursjónum.
Í brotinum frá 7. februar 2022 sigur Joe Biden:
– Um Russland ger innrás ... so verður eingin Nord Stream 2.
Og tá ið fyrrverandi uttanríkisráðharrin í Póllandi, Radoslav Sikorski, helst ironiskt, týsdagin twitraði eitt «Takk, USA», gav tað russisku talskvinnuni vatn á mylluna. Fyrst kom hon við nøkrum kryptiskum boðum á síni egnu Telegram-síðu:
– Er hetta alment úttalisli um eitt terrorálop?
Síðani skrivaði hon á almennu Telegram-síðuni at hon kravdi Biden kom við einum svari:
– Biden hevur skyldu at koma við einum svari. Vit skulu taka ábyrgd fyri okkara orðum. Misskiljingar av tí sum sagt verður frítaka ikki fyri ábyrgd. Europa má fáa at vita sannleikan, skrivar Maria Zakharova.
Men sambært amerikanskum tænastupersóni so sigur Biden klárt og greitt at rørleiðingin ikki verður tikin í brúk og at USA fer at samstarva við Týskland um tað.
– Hann fekk rætt tí Týskland tók avgerð um at frysta prosjektið, sigur tænastupersónurin.
Pres. Biden: "If Russia invades...then there will be no longer a Nord Stream 2. We will bring an end to it."
— ABC News (@ABC) February 7, 2022
Reporter: "But how will you do that, exactly, since...the project is in Germany's control?"
Biden: "I promise you, we will be able to do that." https://t.co/uruQ4F4zM9 pic.twitter.com/4ksDaaU0YC
Could they? Yes. Did they? I mean they droned 7 kids and got away with it. If you have the Roomba that is MSM following your every step, you can do anything. #NordStream2 #Nordstream #Nordstream1 pic.twitter.com/MSu7IpeSCk
— Kevin (@A13KCF1) September 28, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo