Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Eingin orsøk er at undirmeta tær avbjóðingar, ið eru á lívsleiðini. Tá ið vit røða um lívið, mega vit vanda okkum um orðini og vera varin. Tað eru veruliga tey, ið stríðast. Saknur, sjúka, einsemi og annar bági kunnu gera umstøður lívsins torførar.

Samanumtikið er væl meira av góðum enn ringum. Nógvar góðar søgur eru, hóast vit endurtaka tær neiligu. Vit eru í trúnni á Jesus kallað at boða vónina um eina nýggja byrjan. Vit kunnu linna, lívga og fagna lívinum.

Vit eru ljós heimsins og salt jarðarinnar. Vit eru ætlað at byggja upp og virka fyri tí góða. Ljósið er ein fortreyt fyri vøkstri og trivnaði. Saltið er varðveitandi og verjir móti spillu og roti.

Bæði ljós og salt kunnu hava óhepnar fylgir og hjáárin. Um vit misnýta tað jaliga við atliti at menniskjum, økja vit um tað darvandi og skaðiliga.

Ljósið lýsir upp og avdúkar myrkar krókar í lívi og atferð. Kristnin eigur at nýta ljósins eginleikar við vísdómi og ábyrgd. Tað er valla vísdómur, um vit seta sjóneykuna á persónlig viðurskifti hjá okkara medmenniskjum og lýsa hesi viðurskifti alment.

Eyðvitað er ljósið gagnligt og hevur jaliga ávirkan á menniskju, tí ljósið umboðar ljós heimsins, Jesus Krist. Ljósið gevur menniskjum fløva og hita.

Tað er rættur hins einstaka og rættur teirra kristnu at umrøða øll almenn viðurskifti. Enntá Jesus átalaði ávís viðurskifti í síni samtíð. Sannleikin skal ikki tigast burtur, og tað neiliga skal avdúkast.

Tó, vísdómur og andaligt skygni eiga at síggjast aftur í útsøgnum okkara, ið prædika evangeliið um Jesus. Persónlig rættleiðing ella etisk leiðbeining eigur at vera givin undir fýra eygum. Tað er sum at taka røntgenmyndir, ið verða viðgjørdar sum viðkvæmt tilfar innan tað læknaliga økið.

Eins og læknin tosar persónliga við okkum, ið koma til viðtalu, soleiðis eiga vit sum trúgvandi at samskifta við rætta viðkomandi um viðkvom evni. Undir tryggum umstøðum gagnar ljósins upplýsandi og avdúkandi eginleiki.

Tað sama ger seg galdandi við saltinum. Øllum kunnugt varðveitir saltið matin og heldur hann frískan. Salt er týdningarmikið og alneyðugt, bæði við atliti at matvørum og sum myndatala við atliti at mannalívinum.

Lívið hjá øllum gudsbørnum eigur onkursvegna at umboða tað góða og frískliga, ið eyðkennir frelsaran Jesus. Myndað av Jesusi og í tænastu hansara, kunnu vit sum kristin hava gagnliga ávirkan á umhvørvið, kirkjuliðið og hitt einstaka menniskjað.

Men, eingin okkara eigur at stroya salt í opin sár. Tað ger einans ilt verri. Ístaðin eiga vit at vera salt í einum umhvørvi, ið treingir til umsorgan, nærleika og kærleika.

Vit eiga at lata okkum fylla við andans vísdómi, so vit sjálv ikki verða merkt av rotinskapi. Vit mega lata Jesus reinsa og halga okkum, so vit í navni hansara kunnu vera ljós og salt í einum heimi, ið er merktur av myrkri. Við atliti at ljósi og salti er tað galdandi, at blindur ikki kann leiða blindan.

Sum prestur havi eg onkuntíð blandað ov nógv av mær sjálvum upp í ljós heimsins og salti frá Meistaranum. Úrslitið av hesari blanding miseydnaðist. Tað, ið var ringt, gjørdist verri. Ljósið skal vera ljós Jesu Krists, og saltið skal vera kraft hansara.

Í embætinum sum biskupur untust mær nógvar lívgandi løtur. Menniskju bóðu um tíð og vitjaðu skrivstovuna. Tey vóru upplýst av ljósinum Jesusi Kristi. Tey vóru fylt av teimum reinsandi eginleikunum í salti hansara.

Tað er uppbyggiligt og trúarstyrkjandi, tá ið Harrans vitni koma á gátt og rættleiða í kærleika við kraftini í Guðs anda. Undir fýra eygum og við himinsins ljósi bóðu vitnini eina bøn og lýstu Guðs frið og signing yvir meg og míni.

Í míni almennu tænastu og virki møtti eg menniskjum, sum í teirra stillu medferð lýstu upp sum vitar Jesu Krists. Onkur bar nøkur lívgandi orð inn í løtuna, ið var merkt av ráðaloysi. Onkur bar eina tasku fyri fólk, hvørs likamsevni vóru viknað. Onnur hildu í hond teirra, ið vóru merkt av angist og ótta.

Havi sum biskupur sæð Jesus ljóslivandi í menniskjum, ið lógu til tað síðsta og doyðu. Tað gav mær eina lívsæla gleði og staðfesti, at trygt er at sigla um deyðans sund, tá ið Vitameistarin letur ljós sítt lýsa yvir deyðans sund inn til lívsins land.

Biði Harran um fyrigeving, at tað ikki altíð eydnaðist mær at vísa á Jesus Krist, ljós heimsins, at ov nógv av mínum egna varð blandað uppí. Biði um fyrigeving, at saltið í mínum lívið við vilja ella av óvart var stroytt í opin sár.

Takki Harranum fyri gleðina í trúnni og trúarinnar varðveitslu bæði í logn og øtlandi veðri. Amen.

Orðið: “Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni.” (Matteus 5,16).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo