Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tú skalt ikki leita leingi fyri at finna eina ósemju millum føroyingar ella menniskju sum heild.

Tað eru deildar meiningar um alt, frá hvønn veg wc-rullan skal venda inni á vesinum, um ananas riggar á pizza, um vit skulu hava ein flatan ella progressivan skattastiga, samhandilin við Russland og ikki at gloyma tey etisku málini, sum stinga djúpt inn í kenslurnar.

Alt ósemjur, sum føra til kjak.

Päivi Räsänen, ein finskur politikari, hevur ta meining, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu. Hetta hevur hon borið fram alment í ymiskum samanhangum.

Millum annað hevur hon siterað úr Rómverjabrævinum kap. 1, í samband við at fólkakirkjan í Finnlandi stuðlaði “Helsinki Pride”.

Hetta bleiv ein av trimum orsøkum til, at finski ríkisadvokaturin legði sak ímóti Päivi fyri “haturstalu ímóti samkyndum”.

Tað er ræðandi, at ein kvinna sum Päivi blívur ákærd fyri haturstalu, tá hon á erligan og siðiligan hátt greiðir frá sínum sjónarmiðum.

Hennara útsagnir botna á ongan hátt í hatri. Hetta málið gruggar spælireglurnar í demokratiska vesturheiminum, tí tað kann ikki vera rætt, at vit saksøkja tey, sum vit eru ósamd við.

Nú dómur er feldur í rættarmálinum er gleðin stór.

Päivi vann rættarmálið.

Hetta er ikki bara ein persónligur sigur fyri Päivi, men ein stórur sigur fyri talufrælsi í Skandinavia og í vesturheiminum.

Latið okkum ongantíð taka talufrælsi fyri givið.

Kelda: https://idag.no/nyheter/verden/kun-pa-nett/na-har-dommen-falt/19.39105

Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo