Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyri triðju ferð verður ein sálarheilsuvirðisløn latin. Hon verður latin til ein einstakling ella bólk. Almenningurin, einstaklingar og feløg hava haft høvi at skjóta upp, hvør hevur hendan heiður uppibornan.

Endamálið við eini slíkari Sálarheilsuvirðisløn er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsu fremjandi. Høvi er til at skjóta einstaklingar og bólkar upp, vísandi til tiltøk, sum verða framd kring alt landið.

Ein óheft dómsnevnd hevur síðani gjørt av, hvør skal hava heiðurin av at fáa virðislønina, út frá innkomnu uppskotunum.

Handanin av ársins sálarheilsuvirðisløn verður klokkan 18:30 á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum verður hildin í Østrøm í Tórshavn. Virðislønin verður handað av landsstýrismanninum í Heilsumálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo