Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sinnisbati hevur í fleiri ár varpað ljós á átrokandi tørvin á eini psykiatriskari skaðastovu. Tí fegnaðust vit eisini í apríl í ár, tá boð komu frá Heilsumálaráðnum, um at læknavaktin nú varð styrkt við psykiatriskum førleikum.

Hetta er tó ein royndarverkætlan, og í fyrsta umfari er tilboðið galdandi ímillum klokkan 16-23 allar dagar í viku, tí at tørvurin er mettur ikki at vera eins stórur um náttina. Vaktin á Psykiatriska deplinum, sum er knýtt at nýggja tilboðnum, hevur heldur ikki heimild til at útskriva heilivág ella at innleggja fólk.

Í tíðindunum tann 8. august hoyra vit frá Turið Holm Johannessen, forkvinnu í Kommunulæknafelag Føroya, at flestu sjúklingar við  sálarligum trupulleikum ringja um náttina. Vit hoyra samstundis frá Sten Nørskov, chefpolitiinspektøri, at fólk við sálarligum trupulleikum til tíðir verða noydd at sova í varðhaldinum hjá løgregluni. Hetta er als ikki ein nøktandi ella virðilig støða, og stig mugu takast til at betra um skipanina alt fyri eitt.

Vit hava tørv á eini skipan, ið kann møta fólki allar tímar á døgninum - og ikki bara til klokkan 23.00. Tí, soleiðis riggar sálarórógv ikki. Hesar støður kunnu taka seg upp óvæntað, og tá er tørvur á bráðfeingishjálp, og onkuntíð er ov seint at bíða til næsta dag.

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, sum limirnir hjá Sinnisbata koma í, at tað er trupult at fáa nøktandi og neyðugu hjálpina í eini bráðfeingisstøðu.

Sinnisbati vil tí heita á Heilsumálaráðið um at víðka tilboðið um bráðfeingis sálarliga hjálp, soleiðis at vit veruliga kunnu javnseta sálarliga og kropsliga heilsu.

Sinnisbati

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo