Fátt varar so leingi sum ein almenn fyribilsloysn
- Milton Friedman

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tjóðveldi: Sum revsilógin er í dag, er sálarligur harðskapur bert revsiverdur, um hann fer fram saman við øðrum harðskapi. 

Kvinnuhúsið hevur seinastu árini fingið yvir 300 áheitanir um sálarligan harðskap árliga og kanning, sum Lóður gjørdi í 2021 vísti, at heili 19% av teimum spurdu, hava upplivað okkurt slag av sálarligum harðskapi.

“Sálarligur harðskapur er skaðiligur og niðurbrótandi. Tað er eingin haldgóð orsøk fyri, at sálarligur harðskapur ikki skal kriminaliserast. Hetta eigur at vera eitt mál, har tað ber til at finna semju – so vit í nógv betur mun kunnu verja tey, ið hava verið úti fyri sálarligum harðskapi. Eg eri eisini vís í, at standa vit saman um hetta, kann tað senda eitt sterkt signal og viðvirka til eina neyðuga hugburðsbroyting á økinum,” sigur Hervør Pálsdóttir.

Í fleiri av grannalondum okkara, m.a. í Danmark og Noregi, eru revsilógirnar broyttar soleiðis, at sálarligur harðskapur er kriminaliseraður. Uppskotið varð lagt fram á tingfundinum í dag og kemur til viðgerar í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo