Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mikukvøldið í føstuinngangi – øskudagskvøld – annan mars klokkan 9.30 verður skipað fyri sálmakvøldi í Sandavágs kirkju.

Inga Poulsen Dam, prestur, innleiðir.

Gamalt er, at føstan byrjar hendan dagin. Men tað verða ikki bara sálmar, sum minna okkum á, og hoyra til føstuna, ið verða sungnir. Vit fara eisini syngja kendar og lættar sálmar. Bæði úr Sálmabókini og úr Sálmabókarískoytinum.

Orglið fer sjálvandi at spæla undir. Men umframt fáa vit eisini høvi at hoyra tær báðar, Katrina Jørgensen og Onnu Sofíu Hentze, blása í trompet aftur við sálmasanginum.

“Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð,” sigur Prædikarin í Gamla Testamenti.

Og sanniliga hevur heimsfarsóttin, ið herjað hevur, havt sína tíð, sum nú tykist vera farin.

Í næstan tvey ár hava avmarkingar í samband við koronusmittuna  gjørt, at bara annarhvør stólur í kirkjuni hevur verið tøkur. Umframt onnur frávik frá gomlu, kendu kirkjugongdini.

Hesar avmarkingar eru nú strikaðar, og tiltakið mikukvøldið verður tað fyrsta í Sandavágs kirkju, eftir at koronatilmælini eru avtikin, og fólk sleppa aftur at sita í sínum “vanliga” stóli og annars har,  tey vilja sita.

Dyrnar standa opnar, og ongum nýtist at setast aftur, tá farið verður í Sandavágs kirkju at syngja sálmar mikukvøldið annan mars klokkan 19.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo