FSF: – Um eg ikki roknaði við, at vit fara at vinna, so hevði eg ikki farið á Tórsvølli. Og eg ætli mær suður fríggjakvøldið.
Tað sigur ídni Víkinga fjepparin, Jógvan Salomon Joensen úr Syðrugøtu.
FSF Varpið var ein túr í Sarpugerði mikukvøldið, tá Víkingur hevði sína næst seinastu venjing áðrenn sjálva finaluna.
Og meðan spælararnir kýttu seg undir leiðslu av Jóhan Peturi Poulsen, fingu vit orðið á Jógvan Salomon, sum eisini hevði onkur góð ráð til venjaran hjá Víkingi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



