Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað var tann tíð, tá saltfiskur var okkara høvuðsvinnað, og høvuðsframleiðslan var, sjalvandi, í Suðuroynni. Suðuroyggin var føroyska kraftsentrið, miðdepulin, har hópin av fólki flutti suður at vinna sær sítt livibreyð.

Saltfiskur er ikki longur høvuðsvinnan, aðrar vinnur eru komnar, m.a. Varðin Pelagic sum okur eisini eru errin av.

Men kortini hevur flaka- og saltfiskavinnan ómetaligan stóran týdning fyri lokalsamfelagið í Suðuroynni. Hóast avbjóðingar á heimsmarknaðinum, hevur flaka- og saltfiskavinnan dugað sera væl at laga seg til broytta marknaðin.

Komi eg a Ting, vil jeg framhaldandi virka fyri, at henda vinnan fær betri sømdi. Krav mitt skal verða, at allur fiskur skal um føroyskan keikant og virkast av ídnum hondum í Føroyum. Flutningsstuðulin millum lond skal aftur raðfestast og fraktkostnaðurin millum oyggjar javnsetast.

Í dag er tað botnfiskurin og uppisjóvarfiskurin sum  eru fundamentið undir  vælferðini í oynni og tí skal vinnan hava best møguligu karmar – karmar sum okur mugu standa saman um og framhaldandi berjast fyri.

Bjarni Hammer
Valevni fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo