Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sokallaði samferðslupakkin hjá samgonguni, er í síni heild ein illa fyrireikað og ikki samhaldsføst skipan, sum setir føroyskar borgarar upp ímóti hvørjum øðrum.

Í so máta eydnast tað samgonguni at halda fram við kílaskeringarkósini, har nýggir tættir av sundurlyndi verða aldir fram í fólkinum, við sjálvsókni í málum, har styrkin eigur at vera samhaldsfesti.

Hvussu skal tú á nøkulunda sakligan hátt argumentera fyri at skúvingurin og nólsingurin framhaldandi skulu rinda fyri teirra afturútsiglda ferðasamband, tá vágamaðurin skal ferðast ókeypis undir Vestmannasundi?

Samstundis er tað opinlýst at sokallaði pakkin er eitt løtuvinnings neyðaregg, tí at inntøkuparturin er tikin burtur, samstundis sum útreiðslurnar, sum í dag eru brúkarafíggjaðar við tunnilsgjaldi, framyvir verða lagdar á skattgjaldaran. Eisini sleppur samgongan ætlaðu inntøkunum frá meiri oljuavgjaldi, uttan at seta nakrar langtíðar inntøkur í staðin.

Frammanundan er torført at fáa til vega nóg mikið av játtan til landsvegahaldið, og í so máta gerast undirsjóvartunnlarnir, steinur omaná byrðu hjá skattgjaldaranum. Allarhelst í harðari kapping við vaksandi tørvin á játtan til almanna og heilsuøkið.

At tveita ein ófyrireikaðan, og ófíggjaðan Suðuroyartunnil fyri 3,5 mia.kr. inn sum eitt broytingaruppskot til eina eykajáttanarlóg tykist lítið sannførandi, og uttan trúvirði.

Minnilutin tekur fult og heilt undir við einum tunli til Skúvoyar og Suðuroyar, men heldur at tað skal gerast rætt og væl, við eini verklagslóg, sum nágreinar hvussu farast skal fram. Ein slík risaverkætlan má gerast við breiðari semju í polittisku skipanini.

Leisturin hjá samgonguni tykist sum ein neyðloysn, sum skal fáa tað at síggja út, sum samgongan ætlar at fara undir stóru verkætlanina fyri sunnan, samstundis sum veruleikin er at samgongan higartil bara hevur útsett støðutakanina til tunnilin.

At umskipa Strandferðsluna til partafelag, har tær fáu eftirverandi oyggjaleiðirnar geva rakstrarhall, er populistiskur politikkur, tá hann er verstur.

Heldur enn at útseta nýbyggingina av smáu ferjunum, átti samgongan at brúkt orkuna uppá at dagført stovnin, við tíðarhóskandi skipum og einum styrktum tænastuføri.

Samanumtikið er øll ætlanin hjá samgonguni við hesum sokallaða samferðslupakkanum, eitt ófrættakent álop á samhaldsfasta samferðslukervi í Føroyum, sum als ikki tekur hædd fyri framtíðar rakstri av føroyska infrakervinum.

Samgongan átti at verið meira at sær komin, enn at billa føroyingum inn at stór og munagóð framtøk í samferðslukervinum kunnu fremjast, uttan at kostnaður er av teimum.

Slíkt ber bara til í populistiskari hipp hopp hugsan, har ábyrgd móti landsins fíggjarliga haldføri er slept.

Avleiðingar, og stríðið at finna fíggingina, verður ein harður dystur í tíðum sum koma.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo