At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í stóru kanningini, sum er gjørd av lesivanunum í 4., 6. og 9. flokki eru næmingarnir spurdir um viðurskifti, so sum hvussu teimum dámar lærararnar, skúlan, hvussu teir trívast og onnur meiri persónlig viðurskifti.

Í greiningini, sum tekur støði í lesitíttleika og hugburði til lesing, sæst, at næmingarnir í flokkunum, sum liggja í botn-10-bólkinum, hava verri samband við lærara sín, samanborið við næmingarnar í topp-10-bólkinum; 95% av næmingunum í topp-10-bólkinum halda, at lærarin er fittur ímóti sær, meðan samsvarandi tal er 76% í botn-10-bólkinum.

Somuleiðis siga 82% av næmingunum í topp-10, at teimum dámar væl at vera í skúla, meðan samsvarandi tal er 53% fyri næmingarnar í botn-10. Næmingurin sum einstaklingur hevur ikki týdning, tí vit tosa um flokkar í hesum sambandi.

Trivnaðurin er eisini betri millum næmingarnar í topp-10 enn botn-10; positivari hugburðurin er til skúla og læring, meiri lesur næmingurin, og størri eru sannlíkindi fyri, at næmingurin er partur av topp-10-bólkinum. Hetta speglast aftur í spurninginum, hvussu væl næmingurin dámar at lesa.

Greiningarfyritøkan Lóður hevur greinað úrslitini; næmingar í 19 skúlum kring landið í 4., 6. og 9. flokki hava tikið lut í kanningini, skúlar við fáum og skúlar við nógvum næmingum; flestu skúlar hava fleiri flokkar í kanningini. Kanningin var gjørd í november 2017-januar 2018 og almannakunngjørd í apríl í ár.

Les meiri um kanningina av lesivanunum í Skúlablaðnum, á www.skulabladid.fo og malmenning.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo