Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Føroyar hava eftir valið brúk fyri einari breiðari samgongu, tvørtur um miðjuna. Eina samgongu, sum kann fáa neyðugar broytingar framdar. Broytingar, sum skulu til, fyri at føroyingar fáa livilig kor, nú prísurin á matvørum fer til himmals og familjurnar verða trýstar á nógvum frontum.

Sambandsflokkurin er helst einasti flokkur, sum kann samstarva yvir um miðjuna og samstundis hevur dirvið og dreivið at fremja veruligar broytingar.

Flokkarnir ytst til vinstru kunnu ikki samstarva við flokkarnar ytst til høgru. Framsókn er sprottin úr Fólkaflokkinum á høgra vonginum og teir kunnu sum víðgongdur tjóðskaparflokkur allarhelst ikki samstarva á miðjuni.

Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann ikki kann samstarva við Fólkaflokkin. Eftir stendur, at Sambandsflokkurin er einasti flokkurin á miðjuni, sum kann samstarva til báðar síður og er hóvligur og skapar javnvág fyri vinnuna og tryggleika fyri borgaran.

X við Inga á lista B

Ingi Mittún
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo