Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Starvsnevndin í Sambandsflokkinum hevur tikið stig til at seta ein arbeiðsbólk undir heitinum: “Fleiri kvinnur í Sambandsflokkin”.

Sambandsflokkurin staðfestir, at flokkurin er alt ov illani umboðaður av kvinnum.

Arbeiðsbólkurin skal arbeiða fyri at fáa fleiri kvinnur í Sambandsflokkin, og skipa fyri tiltøkum, í samstarvi við lokalu veljarafeløgini, við tí endamáli at tekkja kvinnum at flokkinum.

Hetta er arbeiðssetningurin:

- At tryggja, at jøvn umboðan verður á uppstillingarlistum hjá Sambandsflokkinum til komandi løgtings- og fólkatingsval.

- At skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum, til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í Sambandsflokkinum.

- At skipa fyri tiltøkum, har kvinnur fáa møguleika at seta dám á politikkin hjá Sambandsflokkinum, og somuleiðis kenna seg tryggar í Sambandsfloksins sosial-liberalu stevnuskrá.  

Arbeiðsbólkurin er samansettur av átta kvinnum, umframt einum skrivara.

Arbeiðsbólkurin hevur tilvísing til forkvinnuna í Starvsnevndini Rósu Samuelsen.

Umboðini eru hesi:
-    Maud Poulsen – Demokratia
-    Anna Falkenberg
-    Eyðdis Hartmann Niclasen
-    Hanna Ovadóttir
-    Marin Hentze Gaardlykke
-    Petrina Berg á Lag
-    Sunrid Traðará

Linnéa L. Petersen er skrivari í arbeiðsbólkinum.

“Eg meti tað vera umráðandi, at vit sum flokkur gera alt fyri, at bæði kyn eru eins væl umboðað í politikki. Eg gleði meg til at fara í holt við arbeiðið,” sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í Starvsnevndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo