Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Leygardagin 25. mars heldur Sambandsflokkurin Landsfund á Miðnámsskúlanum í Vestmanna. Byrjað verður klokkan 08.30.

Tvey val eru farin afturum síðan seinasta Landsfundin hjá Sambandsflokkinum. Flokkurin vil vera ein konstruktivur mót- og viðspælari til verandi samgongu - og eisini vera væl fyrireikaður til komandi val. Hetta fer at seta dám á skránna.

Á fundinum fer Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, at halda formansrøðu, og aftaná verður politiskt orðaskifti.

Gestarøðari á fundinum í ár verður Thomas Danielsen, samferðslumálaráðharri, úr danska Vinstraflokkinum.

Á skránni verður eisini sofaprát millum Helga Abrahamsen, Thomas Danielsen og Onnu Falkenberg, har evnið verður: “Føroyar og umheimurin gjøgnum Ríkisfelagsskapin”. Eisini verður prát við trý valevni frá løgtingsvalinum, um hvussu tey upplivdu tað at vera partur av valstríðinum.

Eftir Landsfundin verður Ársveitsla á Faer Isle Distillery í Vestmanna.

- Landsfundurin er eitt gott høvið hjá sambandsfólki at koma til orðanna. Við einum sterkum baklandi og opnum orðaskifti eru vit ein rúmligur og sterkur flokkur. Politikkur sprettur m.a. úr fólkinum og hetta politiska orðaskiftið gevur mær íblástur til politisku kósina hjá flokkinum, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður.

Øll sambandsáhugað eru vælkomin á fund og í veitslu, sigur Sambandsflokkurin.

Meira kunning um skránna og tilmelding til veitsluna fæst á heimasíðuni: www.samband.fo , Facebook hjá Sambandsflokkinum og frá Floksskrivstovuni, tlf. 312492.

Á myndini síggjast Thomas Danielsen samferðslumálaráðharri, Vinstra og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo