Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sambinding snýr seg um at binda saman, bæði við stokkum og við práti. Altjóða bindiklubbin er ætlaður sum eitt høvi hjá nýliga tilfluttum kvinnum í Føroyum at hitta aðrar kvinnur í økinum, eitt stað at hittast, læra av hvørjum øðrum og hugna sær saman.

Tað er ikki nøkur treyt, at luttakararnir duga at binda fyri at vera við í bindiklubbanum. Bæði kvinnur av føroyskum og útlendskum uppruna eru vælkomnar við.

Fyriskipararnir í Runavík vóna at luttakarar koma úr allari Eysturoynni. Tiltakið er partur av integratiónsátaki hjá Reyða Krossi Føroya, sum samstarvar við kvinnur kring landið og bókasøvnini á staðnum.

Altjóða bindiklubbin byrjaði fyri einum ári síðani á bókasavninum við Løkin. Nógv var gjørt burturúr og m.a. vitjaði Dagur og Vika hetta fyrsta kvøldið. Skjótt var bindiklubbin eisini á øðrum bókasøvnum kring landið, og hevur undirtøkan verið góð allastaðni. Tað er ymiskt hvussu títt bindiklubbarnir hittast. Í Runavík er ætlanin at hittast annaðhvørt mikukvøld fram til summarfrítíðina.

Meira kann lesast um Sambinding á facebook m.a. á hesi síðuni: Sambinding/Intertwining ella á bólkinum: Sambinding Runavík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo