Landsverk: Í dag varð sambýli á Mýruni, ið er sambýli fyri menningartarni, reist.
Sp/f ÁTS er høvuðsarbeiðstakari í byggingini. Arbeiði hevur gingið væl og er ætlanin at heimið skal standa liðugt fyrst í 2023.
Sambýli á Mýruni er eitt sambýlið, ið er ætlað 18 búfólkum, har 12 búfólk eru í niðaru hæddini og 6 búfólk eru í ovaru hæddini. Tilknýtt hvørjari av hesum eindunum, skal vera køkur/stova.
Triðja eindin skal fevna um vanligar tvey-rúms íbúðir á 50 fermetrar við egnari inngongd, ið liggja fyri seg sjálvan.
Umframt búeindirnar fevnir sambýlið um felags fasilitetir, so sum starvsfólkarúm, starvsfólkaumklæðing við baðirúmi og sansa/venjingarrúm til búfólk, reingerðarrúm og vaskirúm.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo