Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Høgni Hoydal, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, og danski ráðharrin í vinnumálum, Morten Bødskov, hava fundast í Føroyum hesa vikuna.

Teir vitjaðu eisini á Glasi, har kunnað varð um útbúgvingarnar, og serliga yrkisbreytirnar, sum Morten Bødskov hevði serligan áhuga at fáa íblástur av.

Á fundarskránni var árliga kunningin um støðumetingina av føroysku peningastovnunum, har umboð fyri danska Fíggjareftirlitið tóku lut.

Harumframt vóru onnur mál á skránni:

- Ráðharrarnir váttaðu semju um, hvussu vitaverkið, sjóuppmerking og sjórættur verða yvirtikin. Lógaruppskot um at yvirtaka vitaverkið og sjóuppmerking er farið í Løgtingið, og samstarvsavtalur verða gjørdar millum føroyskar og danskar myndugleikar.

- Avtalað varð, at reglurnar fyri og listarnir við sonevndum “politiskum ábærum persónum” í sambandi við lógirnar um hvítting, verða endurskoðað saman við føroyskum myndugleikum, so tær hóska til føroyska samfelagið.

- Og ráðharrarnir váttaðu, at í sambandi við reglur og heimildir viðvíkjandi avmarkandi tiltøkum mótvegis Russlandi og Hvítarusslandi á fíggjarøkinum, sum ikki er yvirtikið, verður samráðing við landsstýrið í hvørjum einstøkum føri, áðrenn nakað verður sett í verk. Landsstýrið vil so ráðføra seg við Uttanlandsnevndina ella fara í Løgtingið við málunum, um ivamál eru um heimildirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo