Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

VP hevur spurt Erhard Jacobsen, hvat spurdist burturúr fundinum í Vágum í dag á kommunuskrivsstovuni í Sandavági við løgmann Aksel V Johannesen og embætisfólk hjá honum, um at landið skal yvirtaka Vágatunnilin, sum nú er útgoldin, og niðurleggja partafelagið, sum rekur tunnilin.

Hetta er tað, sum var ásett í avtaluni um fast samband um Vestmannasund fyri áleið 15 árum síðan. Lánið til at byggja tunnil fyri er útgoldið.

- Á fundinum greiddu umboð fyri vinnuna, politisku valfeløgini og borgarstjórar í Vágum og Norðoyggjum frá teimum forðingum, sum bummgjaldi er fyri menning av vinnulívinum í økjunum. Bummgjaldið er beinleiðis kappingaravlagandi.

- Tí kemur tað dátt við, at politiska skipanin nú aftrar seg við at yvirtaka, tí landið ikki skal hava ráð at reka tunnilin.

- Embætisfólk í landsstýrinum hava í tí sambandi heft seg við eina orðing í lógini um fasta sambandið, sum sigur, at allur útveganarkostnaðurin og ikki bara lánið skal vera afturgoldin, áðrenn yvirtøka kann fara fram, sigur Erhard Jacobsen.

- Tað eru fá um nakar, sum ivast í upprunaligu tulkingini, at landið skuldi yvirtaka tunnilin, og at bummgjaldið skuldi burtur, tá lánið var afturgoldið.

- Fleiri prógv vórðu løgd fram um hetta, og øll, sum hava verið uppi í málinum og eisini tey, sum umsita tunnilin, hava arbeitt út frá hesi fyritreyt.

- Kravið frá fundarfólkunum til løgmann var, at hann beinanvegin tekur burtur bummgjaldið. Tað var undirstrikað, at tað er avgerandi at virða prinsippið, at avtalur skulu haldast. Bæði vinnan, borgarstjórarnir og politisku valfeløgini standa saman um hetta.

- Og kommunurnar í Vágum fylgja eisini væl við gongdini í hesum málinum, og vilja vita, hvørjar ætlaninar eru, tí tær umhugsa at fara undir fyrireikingar at stevna, um eingin nøktandi loysn verður funnin.

Erhard Jacobsen sigur, at løgmaður segði, at hetta málið var ikki so nógv løgfrøði, men heldur politikkur.

- Hann vildi viðgera málið um bummgjaldið saman við eini landsumfatandi samferðsluloysn, sum hann roknaði við var liðug í vár.

- Tá verður bummgjaldið tikið burtur, og væntandi verður ein samhaldsføst gjaldskipan sett í verk í staðin, so at øll gjalda til samferðslukervið eisini til undirsjóvartunlarnar.

- So er spurningurin, hvussu leingi fólk, sum vilja hava bummgjaldið burtur, hava tol at bíða eftir løgmanni og landsstýrismanninum í samferðslumálum, men neyvan fara tey at góðtaka ov nógv drál, og neyvan longri enn til 1. mars, metir Erhard Jacobsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo