Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Røða formansins á aðalfundi Kommunufelagsins í dag:

Háttvirdu býráðs- og bygdaráðslimir. Háttvirdu borgarstjórar. Háttvirdu tit, ið manna meginskrivstovuna hjá Kommunufelagnum.

Leita vit smá 66 ár aftur í tíðina, renna vit okkum í eina hending, sum fekk avgerandi týdning fyri okkara part av heiminum. Onkustaðni gingu børn bara í skúla aðru hvørja viku um tað mundið, tað ráddi um at taka eina hond í, saman við teimum vaksnu, í øllum tí sum tá hoyrdi einum húsarhaldi til av strævnum arbeiði.

Provokatiónin kom eystaneftir. Náttina millum 4. og 5. oktober í 1957 sendir Sovjetsamveldið eina almenna fráboðan út, um tað, at teir hava sent ein eftirgjørdan „drabant“ í ringrás kring jørðina – hann sveimar 900 kilometrar frá jørðini. Kommunistarnir hava, sum teir fyrstu í heimssøguni, vunnið á tyngdarmáttinum við hinum „vektleysa“ Sputnik. Ferðin er 22.800 km/t. Radioamatørar vestanfyri slota eftir ljóði frá honum, og ikki óvæntað endar vesturheimurin í einum rættiligum sputniksskelki. Vit vóru tikin á búri.

Amerikumenn gera skjótt av, sum vanligt, teir og National Defense Education Act fara í ræðsluni undir eina óvanliga raðfesting av øllum skúlaskapi – m.a. seta teir 10 milliardir dollarar - í nútíðar peningi – í skúlaskapin bara fyri at dubba í natúrfakunum. Tvær búskaparskipanir standa yvir av hvørji aðrari í kalda krígnum, og vesturheimurin er ræddur fyri, at eysturblokkurin hevur tikið oddastøðuna í kappingini. Skjótt tekur hesin sami hugburður land í Europu, eisini her hjá okkum, og vit eldru minnast stóru skúlabyggingarnar í 50- og 60´árunum. Alis- og evnafrøðistovur í heimsflokki. Nú ráddi um at seta føtur í spenn. Ein hvøkkur úr Kreml broytti atburðin um okkara leiðir.

Eftir hendan støkkin legði alt seg aftur í nýggjar javnvágir, hóast partarnir í kalda krígnum áhaldandi spentu seg upp ímóti hvørjum øðrum í einari deyðspakt, har annar til endans mátti lúta.

Kommunan sum høpi, er, á sama hátt sum nationalstaturin, eitt ungt fyribrigdi í søguligum høpi. Nevni hetta bert fyri at staðfesta, at hóast sín unga aldur, í mun til onnur fyribrigdi í samfelagsbygnaðum, so hevur kommunan víst seg at vera ómetaliga burðardygg, og ikki minst stimbrandi, sum funktión í samfeløgunum. Í Føroyum, hesi seinru árini, er hon av álvara vorðin ein samfelagsberandi súla, nú so mangar ábyrgdir eru fluttar frá heimastýrinum til kommunurnar at reka. Frá at hava verið ein lutfalsligur viðfáningur í føroyska samfelagsbygnaðinum, táið Sovjet slepti tyngdarmáttinum, fyri smáum 66 árum síðan, er støddin vorðin so trivalig, at hon nú er ein størri skattainnkrevjari frá borgarum okkara enn heimastýriskassin á Vaglinum. Hon helt tá kós og ferð, og alt bendir á, at kommunan frameftir fer at styrkja um sína støðu í samfelagnum, tá alt bendir á, at tað nærri avgerðirnar liggja at fólkinum, tað betri er trivnaðurin og nøgdsemið hjá okkum borgarum.

Í grundini snýr hesin aðalfundurin seg um árið 2022. Tað árið er farið, og liggur sum eitt skjal í ritinum, sum felagið samsvarandi siðvenju hevur lagt úr hondum. Søguna fáa vit onki gjørt við, við kunnu bara læra av henni, - hava hana við okkum sum viðføri inn í framtíðina. Um ársskiftið farna var vaktarskifti á brúnni í Kommunufelagnum. Tað broytir kortini onki. Kommunufelagið virðir framhaldandi treytaleysa suverenitetin hjá limakommununum, og fer áhaldið at verja áhugamálini hjá kommunala geiranum mótvegis øðrum pørtum av samfelagnum. Á sama hátt sum javnvágir eru millum tjóðir, finnast tað balansar millum samfelagsgeirar, sum skulu røkjast og mennast. Eitt nú javnvágin millum landsgeiran og okkum.

Vit viðurkenna, at Føroya løgting, og tí á baki hitt útinnandi valdið, stendur omanfyri kommunurnar við sínum heimildum at skipa samfelagið við lógum og kunngerðum. Demokratisku prosessirnar eiga kortini at tryggja okkum, at tað ikki verður einvegis ferðsla á samfelagsbreytini soleiðis, at stórir aktørar ikki verða yvirkoyrdir fyrilitarleyst í skeivum borði á breytini.

Skiftandi heimastýrisstjórnir úti á Tinganesi hava í so máta havt hvør sín stíl. Meiri og minni samstarvshugaðar, og mong eru málini á søgunnar slóð, ið eru trumfað ígjøgnum tingið, við fíggjarligum avleiðingum fyri kommunurnar, uttan at hesar vóru eftirspurdar.

Eftir at løgtingsval hevði verið hin 8. desember, hendi tað stutt fyri jól í fjør, at nýggj samgonga varð skipað. Tað kom óvart á okkum, at tað ikki var rúm fyri Kommunufelagnum í hoyringarrundunum, meðan samgonguskjalið varð skrúvað saman millum teir tríggjar flokkarnar - CEF. Sum valstríðið hevði háttað seg, við alskyns yvirbjóðingum á fíggjarliga mótinum, kom tað ikki óvart á okkum, at mong av hesum somu lyftum vóru krøkt í meginbulin undir samstarvinum – Samgonguskjalið.

Lønarlyft, stytt arbeiðsvika, skattalættar, kreppan í kommunulæknaskipanini skal loysast, meiri tíð til námsfrøðiligt virksemi og skipast skal fyri eftirútbúgvingum og aðrari førleikamenning av leiðslum, námsfrøðingum og starvsfólki annars, talið av næmingum í hvørjum flokki í fólkaskúlanum skal lækka, arbeitt verður fram ímóti at tryggja heilsuhjálparum løn undir útbúgving o.s.fr.

So fjølbrigdað sum samfelagið er vorðið, fáa allar avgerðir eisini avleiðingar í øðrum kassum enn hjá tí sum tekur avgerðirnar. Eftir hesa symfoni´una av lyftum, var eyðsýnt, at kommunukassarnir skuldu spennast fyri stóran part av lyftunum hjá nýggja landsstýrinum. Kommunufelagið, sum als onga ávirkan hevði havt á nýggju støðuna, heitti alt fyri eitt á nýskipaða landsstýrið, um at fáa fund í lag, serliga um tey mál, sum onkursvegna komu at hava ávirkan á kommunala geiran, ikki minst fíggjarliga. Sum frá er liðið, er meginbulurin í landsins vælferðartænastum fluttur frá landsgeiranum yvir í kommunugeiran. Dagstovnaøkið, barnaverndin, eldrarøktin et cetera. Semja er yvirhøvur um, at tænastan ongantíð hevur verið frægari, men hóast tað eru avbjóðingar við starvsfólkatroti og serliga á eldraøkinum ger framskrivaða demografiin greitt, at komandi kommunalpolitikarar fáa meiri enn nógmikið at taka sær til, - fyri at fáa fíggjarligu kabalurnar at ganga upp. Ein hækking av skuldarmarkinum hjá kommununum gevur meiri rúm at manøvrera í, men tað verður ikki heilivágurin, sum lekir hesa avbjóðingina frameftir.

Landsstýrið lá ikki á umbønini um fund, og longu hin 10. januar var fyrsti fundurin hildin í Tinganesi, har øll landsstýrisfólkini møttu, og greiddu tey hvør í sínum lagi frá málsøkjunum, tey eru sett at fyrisita. Tað mest ítøkiliga, sum kom fram á hesum fundinum, var, at kommunurnar fáa endurgoldnan missin fyri tøku- og veiðigjøldini. Á sama hátt varð staðfest, at kommunurnar vera hildnar skaðaleysar fyri fíggjaligar avleiðingar av lønarlyftinum. Hesin boðskapurin er endurtikin á seinri fundum - og á almennum fundum - av øllum oddvitum landsstýrisins. Tað eru ymsar meiningar m.a. um lønarlyftið, sum er ein óvanlig politisk manøvra, men grundgevingin er, at hetta fer at styrkja um rekrutteringina til dagstovna- og eldraøkið. Í einum landi við metlágum arbeiðsloysi á 0,8% kann tað bert gerast við at flyta arbeiðsmegi úr øðrum geirum, helst úr framleiðsluvinnuni. Landsstýrið væntar ikki at hetta fer at ávirka lønarsamráðingarnar annars, - vit mega vóna, at hald er í hesi vón, men politisk intervenering í frælsa abeiðsmarknaðin kann skjótt gera av við kappingarstøðuna hjá føroyskum vinnulívi, og tá stendur samfelagið aftur við einum nýggjum og uppaftur størri trupulleika at taka støðu til.

Sitandi landsstýrið skal kortini eiga tað, at ongantíð áður hevur landsmyndugleikin gjørt sær størri ómak fyri at leggja oyru til ynskini frá Kommunufelagnum, og vit fáa ikki gjørt annað enn liva í vónini um teir lutir, sum enn ikki eru at sígga. Framtíðin fer at siga okkum hvussu lyfti teirra fara at roynast. Umframt tey ítøkiligu partsmálini, sum eru eyðmerkt í samgonguskjalinum, hava vit heitt á landsstýrið um, umframt eftirmetingina av eldraøkinum, sum longu er gjørd, at taka málið uppaftur soleiðis, at vit saman finna eina loysn, sum røkkur langt fram í tíð, soleiðis, at eisini tann parturin av fólkinum kann liva í neyðugum tryggleika frameftir. Tað sømir seg ikki okkum, at tann parturin av fólkinum, sum legði lunnarnar undir vælferðarsamfelagið, verður syftur higar og hagar, alt eftir búskaparligu sveiggjunum og raðfestingunum í samfelagnum.

Ein bólkur, mannaður við fimm borgarstjórum, var einaferð settur niður at eftirspenna interkommunala orkufelagsskapin SEV. Ein partur av arbeiðsøkinum var at samráðast við nú fráfarna landsstýrið um skipanina av orkuøkinum í Føroyum. Fyri stóran part fekst semja um málið, men har hongur ein rest eftir, um sølu av ravmagni, og tann samráðingin stendur nú fyri durum. 5´mannabólkurin verður í næstum kallaður á fund aftur, fyri at gera ásetta setningin burtur av sær.

Tey flestu undrast helst yvir, at 54 túsund fólk hava áneyðir á tveimum brennistøðum. Tey, sum kenna søguna og orsøkina til ta støðuna, skilja hana kortini, men fyri nøkrum árum síðan varð róð framundir, at tíðin var komin har til, at brennistøðirnar á Hagaleiti og í Tórshavn áttu at samstarva meiri, ja, at tær áttu at verði lagdar saman í ein renovatiónsfelagsskap. Royndin miseydnaðist tá av politiskum orsøkum. Fyri kortum kom hugskotið um samanlegging aftur í politiska sjóvarmálan, og á einum borgarstjórafundi tíðliga í ár var greitt, at undirtøka er fyri at gera royndina aftur, at leggja IRF og KOB saman í ein felagsskap. Alternativið er m.a., at nýggir brenniovnar fyri hundraðtals milliónir, hvør í sínum lagi, skulu keypast í næstum. Samráðingin er byrjað, men enn er ov tíðliga at siga, um partarnir røkka fram til eina semju, soleiðis, at allar kommunurnar í Føroyum frameftir vera eigarar av einum og sama renovatiónsfelagsskapi. Røkka partarnir einari semju, skulu eigararnir í hvør sínum lagi semjast ella ikki semjast um eitt samráðingarúrslit. Partarnir, sum eiga IRF og KOB, hava longu nú tosað somikið saman, at málið helst kann takast til viðgerðar einaferð seinri í hesum árinum. Meiri verður at frætta um málið, táið tað er búgvið til tess.

Hesin aðalfundurin er hin 10´indi fundurin, síðan Kommunufelagið og Kommunusamskipanin vóru løgd saman. Viðtøkurnar, sum er líka gamlar, eru gjørdar í einari fusiónsstøðu, og hava tí tørv á einari eftirmeting. Eitt uppskot, sum er innkomið til hendan fundin, ber eisini boð um tað. Ivaleyst hava allir bý- og bygdaráðslimir eina meining um felagið og skipan tess, - tað hevur sitandi formaður eisini. M.a. er tað mín hugsan, at teinurin frá stýrinum, sum tað nú er samanskrúvað, er alt ov drúgvur til teir borgarstjórar, ið ikki eiga møguleikan fyri at fáa sæti í plenum. Her er tørvur á einari demokratiseringsprosess. Ein bólkur eigur at vera settur niður alt fyri eitt, soleiðis, at eitt uppskot til nýggjar viðtøkur kann leggjast fram á næsta aðalfundi felagsins. Hóskandi kundi verandi formansskapur, stjórin, løgfrøðingur felagsins og formaðurin í KAF sitið í einum bólki, sum verður settur niður við tí eina endamáli og greiða setningi, at snikka til eitt uppskot um nýggjar viðtøkur fyri Kommunufelagið.

Tað hevði verið ein malplaserað støða, at staðið á einum fundi sum hesum í dag, uttan at nevnt tvær stórhendingar, hvør verri enn onnur, sum hava havt stóra ávirkan á heimin og harvið tað føroyska samfelagið. Heimsfarsóttin Covid-19, sum vit skáksigldu okkum so hóskiliga og væl burturúr, og, - yvirhøvur komu kommunurnar væl burturúr tí heilsuliga áganginum. Hin er vanæriliga russiska innrásin í suverena nationalstatin Ukraina. At national landamørk ikki verða vird, kann á ongan hátt góðtakast. Innrásin og kríggið, sum nú hevur væl meiri enn eitt ár á baki, hevur havt negativan búskapar- og fíggjarligan týdning fyri stóran part av heiminum. Inflatiónin tók dik á seg, og rentan fylgdi eftir sum vápn fyri at berja prísvøksturin niður. Hetta hevur ávirkað lond og kommunur og ikki minst teir borgarar, sum høvdu sett seg í stóra skuld fyri at fáa tak yvir høvdið. Okkurt bendir nú kortini á, at tað ringasta nosið kanska er farið afturvið. Heimsbankin og IMF mæla nú frá at hækka rentuna meiri í USA, og tað sama ger professarin við Lærda Háskúlan í Princeton, Alan Blinder, sum fyri kortum skrivaði stórverkið A Monetary and Fiscal History of the United States, 1961-2021. Hann var búskaparligur ráðgevi hjá Bill Clinton og einaferð varaformaður í Federal Reserve. Báðir partar halda, at hækkar Miðbankin í USA rentuna einaferð enn, kann hetta gera størri skaða enn gagn, í ringasta føri kann hetta seta amerikanska búskapin í eina recessión. Um ráðini  verða fylgd, er ilt at siga, men boðini eru undir øllum umstøðum ein ábending um, at støðan nærkast eini vanligari støðu aftur.

Í einari yrking í nýggjasta savni sínum, HEITI, sigur Tóroddur Poulsen soleiðis:

        nei eg
        veit einki
        nýtt um
        kavan

        hann man
        hava lagt
        seg aftur.

Nógv nýtt fer at frættast frá Kommunufelagnum í tíðini sum kemur, og felagið fer ikki at fáa náðir at leggja seg aftur, sum kavin hjá yrkjaranum, tíansheldur at bræðast burtur í sólini.

Fyri smáum 66 árum síðani fekk vesturheimurin eitt rakettsjokk, eftir at Sovjetsamveldið hevði sent fyrsta Sputnikkin í ringrás kring jørðina. Føroysku kommunurnar hava staðið í støðugum vøkstri síðan, og í dag eru tær millum tjóðarinnar mest vitalu aktørar. Á ein hátt samfelagsins kílamegi. Onki um okkum uttan um okkum, - sum onkur plagar at taka til. Nú regna russiskar rakettir niður úr himmalhválvinum yvir grannatjóð teirra - Ukraina. Vitleysar massakrur av ósekum fólki, brutalar neyðtøkur av kvinnum og stórur er vandin fyri, at kjarnorkuverk verða sprongd í luftina. Hetta er veruleikin inni á europeiska meginlandinum í dag. Á sama hátt sum við Sputnikkinum á sinni, ávirkar hetta okkum í ólukkumáta, og endar hetta ikki við apokalypsuni, so vinnur annar parturin, hóast ein endalig vápnahvíld tykist vera mest væntandi møguleikin, so statisk sum støðan í løtuni tykist vera.

Ger europeiska civilisatiónin ikki enda á sær sjálvari, og hví skuldi hon eisini tað, so halda kommunurnar fram við somu kós og ferð, og tá kann onkur á aðalfundinum í hesum felagsskapi um 66 ár tosa um, hvussu heimurin og føroyskar kommunur komu sær burturúr einari kreppu fyri 66 árum síðan.

Tað, sum hevur verið, tað skal verða, og tað, sum hevur hent, tað skal henda; onki er nýtt undir sólini. Um eitt ár, tá aðalfundur aftur verður hildin í Kommunufelagnum, er valstríðið til næsta kommunuval longu byrjað – so ófatiliga skjótt gongur tíðin.

Takk fyri gott samstarv øll somul - og takk fyri at tit lýddu á hesa løtuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo