Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Samkoman í Bethel: Um Gud vil skipar samkoman í Bethel fyri samfelagsstevnu í Vági á Hvítusunnu.

Undir heitinum: Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr ... Róm.1:16

Byrjað verður í Bethel  fríggjakvøldið 3. juni kl. 20 við bønarmøti.

Leygarkvøldið og Hvítusunnudag verða møtini í Ítróttarhøllini.

Tað verða bæði uppbyggingar – og evangelisk møtir. Barnamøti verður hvítusunnudag í VB-húsinum. Millum møtini Hvítusunnudag verður nátturði í Høllini. Ymisk sangluttøka

Eisini fara tey ungu at hava Ungdómsmøti í Bethel leygarkvøldið og hvítusunnudag.

Møtini 2. hvítusunnudag verða í Bethel.

Skráin er hendan:

Fríggjakvøldið       kl. 20:00      Bønarmøti í Bethel

Leygardagin          kl. 10:00     Uppbyggingarmøti í Bethel         

                           kl. 20:00      Evangeliskt møti í Ítróttarhøllini   

Hvítusunnudag     kl. 10:00      Breyðbróting í Ítróttarhøllini

                           kl. 16:00      Uppbyggingarmøti í Ítróttarhøllini

                           kl. 16:00      Barnamøti í VB-Húsinum

                                                    Nátturði

                          kl. 19.00     Evangeliskt møti í Ítróttarhøllini

2. Hvítusunnudag     
                          kl. 15.00     Uppbyggingarmøti í Bethel – Barnaansing í niðara sali

                          kl. 20.00     Evangeliskt møti í Bethel

Ungdómsmøtir verða í Bethel:

Leygarkvøldið og Hvítusunnudag kl. 22.30.

Ymisk sangluttøka.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo