Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Øll flogferðslan um Vága floghavn er avlýst í dag. Bara ein koma og ein fráferð vóru á skránni, men hesar eru avlýstar og ferðafólkini umbókað til í morgin.

Eisini Smyril gevst at sigla eftir túrin av Havnini klokkan 16 í dag.

Fleiri vegir hava verið stongdir í morgun vegna áarlop, men teir flestu eru nú ruddaðir, so koyrandi er. Tó sigur Landsverk, at tað er nógv vatn í Leynatunlinum, og tí skulu bilførarar sum koyra har ansa sær.

Tað er nógvur vindur nógvastaðni har tað er ábært, eitt nú upp í 26 metrar um sekundið á Sandavágshálsi, 28 ms á Brekkuni Stóru í Sandoynni, 34 ms á Gerðabøði sum er í Klaksvík og 37 ms á Porkerishálsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo