Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú kjakið um eina komandi Suðuroyarleið og kostnað fyri at ferðast um firðir og sund er í hæddini, er tíðin búgvin at hugleiða eitt sindur um hvar vit hava verið og hvønn vegin vit fara.

Føroyingar hava ígjøgnum allar tíðir havt tørv á at søkja inn til miðstaðin í fagra landi okkara.

Einahandilin varð staðsettur í Havn, og harútfrá hevur støðan hjá Havnini vaksið seg størri og størri, og hevur skapt hendan okkara høvuðsstað, har flestu tænastur til landsins borgarar í dag eru staðsettar. Við fáum undantøkum hava vit øll somul tørv á regluligum sambandi til og frá miðstaðnum.

Alt tað sum føroyingar vita um, hava vit goldið so ella so fyri at ferðast um firðir og sund.

Forfedrar okkara guldu í teirra tíð við blóð, sveitta og tárum, og settu lívið í váða fyri at fáa læknahjálp til fólk teirra uttanfyri miðstaðin, fyri at føra vørurnar teir virkaðu til miðstaðin og fyri at fáa vørur úr einahandlinum út á bygdirnar.

Ja, so nógv guldu okkara forfedrar fyri at fara um fjørðin, at fleiri teirra mistu lívið í royndini.

Trøllhøvdi er eisini eitt dømi um at sandoyingar hava goldið gylt fyri skjúts um Skopunarfjørð.

Sum tíðin líður verða møguleikarnir at ferðast betri, og samfelagið sær tørvin á og fyrimunin við, at hava regluligt samband úr miðstaðnum út til tær leysu oyggjarnar kring miðstaðin.

Landið setti rutur á stovn, summar byrjaðu  á privatum hondum, men endaðu so á almennum hondum. Felags fyri allar hesar rutur varð, at skuldi tú brúka tær, skuldi tú gjalda fyri at ferðast.

Vágafólk, norðoyingar, nólsoyingar, hestfólk, sandoyingar, suðuroyingar, øll vóru í somu støðu, øll skuldu gjalda fyri at koma úr oyggj í aðra.

Felags fyri øll frambrotini á samferðsluøkinum í Føroyum er, at felagskassin hevur borið størstu byrðuna, og so hevur hvør einstakur okkara eisini goldið fyri at ferðast.

Hesi gjøldini sum goldin hava verið av okkum hvør sær, hava verið hildin at verða rímuliga sámulig, lagaði til longdina á farleiðini, og kanska kostnaðin og komfortin á útvegaðu farleiðini.

Líka inntil undirsjóvartunlarnir til Vágarnar og seinni Norðoyggjar vórðu veruleiki.

Frambrotið í komfortinum í kjalarvørrinum á undirsjóvartunlunum hevur ført við sær, at vit í dag eru í eina støðu har hesir partar av landi okkara og borgarum okkara hava eitt so smidligt samband við miðstaðin, at tey í veruleikanum eru at meta sum ein partur av miðstaðnum.

So hvørt sum tíðin er liðin hava tunnilsfeløgini lækkað prísin í undirsjóvartunlunum. Hetta hevur verið gjørt í takt við, at tørvurin á fígging til rakstur og afturgjalding av lánunum fyri hesi frambrotini hevur verið minkandi.

Gjaldið fyri at ferðast um Vestmannasund og Leirvíksfjørð er í hesum tíðarskeiðinum farið frá at verða á hædd við gjaldið um Skopunarfjørð, til at verða ein viðfáningur í mun til gjøld um aðrar firðir. Umframt at tey sum búgva í Vágunum og Norðoyggjum kunnu fara og koma tá teimum lystir í mun til okkum onnur, sum ikki hava staðið líka frammaliga í røðini, tá landið hevur deilt út av sínum ágóðum.

Hesin ójavnin sum er íkomin síðani undirsjóvartunlarnir sóu dagsins ljós, fyllir veruliga nógv i tilvitskuni hjá øllum sum hava eina rættvísiskenslu í barmi, og ikki minst er hetta ein trupulleiki í politisku skipanini.

Kravið vestan ífrá og norðan ífrá at sleppa undan at gjalda fyri at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar, kennist fyri flestu okkum sunnanfjørðs eins og at verða traðkaður undir fótum.

Kravið leggur upp til at vit gera enda á princippinum um, at gjaldast skal fyri at ferðast um firðir, men bara fyri ávísar firðir. Teir firðir sum í dag eru lættast og skjótast at ferðast um.

Tey sum hava staðið fremst og næstfremst tá landið hevur deilt sínar ágóðar út, skulu nú sleppa at ferðast fyri onki, meðan tey sum landið enn ikki hevur lívgað við hesum ágóðum, skulu halda áfram at gjalda eitt høgt gjald fyri eina tænastu sum er munandi verri og als ikki tíðarhóskandi í mun til tey vælslopnu økini í landinum.

Eg spyrji meg sjálvan sum samfelagsborgara og menniskja, hví skal eg hava ilt av hesi gongd júst nú, tá bara knøpp tvey ár eru eftir til at eisini vit á Sandoynni verða knýtt í miðstaðin við einum undirsjóvartunli?

Svarið er einfalt, at mær dámar ikki at munur verður gjørdur á borgarum, eftir hvaðani í landinum tey eru.

Mín íborna rættvísiskensla góðtekur ikki at nakrir landsins borgarar noyðast at gjalda í dýrum dómum fyri at flyta seg innanoyggja, meðan aðrir borgarar púra sleppa undan hesum sama.

Hvussu hevði verið, um støðan varð ein onnur?

Hvussu hevði verið um Sandoyartunnilin varð gjørdur fyrst, síðani Suðuroyartunnilin, fyri at sloppið av við útreiðslutungu suðurleiðirnar?

Høvdu vit sunnanvert Skopunarfjørð verið uppi á barrikadunum fyri at sloppið at koyrt ókeypis, meðan vágafólk og norðoyingar enn noyddust at staðið í køini fyri at sloppið við Sam og Ternuni inn á fastlandið og goldið í dýrum dómum fyri tað?

Eg ivist.

Veruleikin er at tíðir broytast, og á samferðsluøkinum eru vit sum land og fólk eftirhondini komin hagar, at vit mugu umhugsa hvussu vit skulu fáa hendan íkomna munin á borgarum í landinum burtur.

Sjálvur havi eg ongan trupulleika av at gera upp við skipanina vit hava, har vit hvør í sínum lagi gjalda fyri at ferðast um føroysku firðirnar.

Men eg komi ikki at taka undir við eini skipan, har eini 12% av fólkinum í Føroyum koma at gjalda komandi 30-50 árini fyri at ferðast um føroyskar firðir, meðan hini 85% av fólkinum sleppa at flyta seg uttan at gjalda.

Avleiðingin av hesum kemur at verða, at hesi økini sum skulu gjalda fyri at ferðast, verða enn meiri afturútsigld enn tey eru í dag, og at tey ikki í sama mun sum hini økini í Føroyum fáa lut í samfelagsmenningini.

Breið politisk semja er um at verða vit samfelagsborgarar sjúkir og hava tørv á læknahjálp, so rinda vit øll fyri skurðviðgerðirnar, og hava vit tørv á heilivági, so spyrja vit ikki eftir hvaðani úr landinum ein er tá egingjaldið skal rindast.

Breið politisk semja er um at fara vit samfelagsborgarar undir eina útbúgving, so rinda vit øll læraralønirnar, hølini og útgerðina ið krevst, uttan at spurt verður eftir hvaðani í landinum ein er.

Antin eru tingini brúkararfíggjaði, har øll sum brúka fíggja, ella eru tingini fíggjaði av øllum landsins borgarum, bæði teimum sum brúka og teimum sum ikki brúka.

Suðuroyggin hevur í dag stórar trupulleikar av ferðasambandinum, sum als ikki er nøktandi, og tá man í dag tosar um kanska at byggja ein nýggjan Smyril fyri hvørji 25 ár er hetta skotið langt við síðuna av. Tí Suðuroyggin hevur sum er brúk fyri tveimum Smyrlum, ikki einum.

Tíðin er komin til at vit finna eina breiða politiska semju, tvørtur um samgongu og andstøðu, hvussu vit fíggja framtíðar samferðslukervið, við atliti til at tær samferðsluíløgurnar vit gera nú og koma at gera framyvir, skulu geva so stórt samfelagsligt avkast sum gjørligt, og eru bornar av øllum landsins herðum.

Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo