Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fyribils sær tað út til, at nýggja landsstýriskvinnan Rigmor Dam hevur steðgað tí verkætlan, sum fleiri myndugleikar hava arbeitt við í áravís, og sum var klár at seta í verk.

Forsøgan er í stuttum tann, at Helena Dam á Neystabø í óðum verkum friðaði øll krígsminni, sum vóru “jarðfest.” Hetta var ongastaðni sent til ummælis, og onkur vildi vera við, at hetta var eitt amboð at steðga tí framburði, sum møguliga fór at verða rundan um flogvallarøkið.

Fyri at ikki hvør betongklumpur skuldi verða friðaður, setti Fornminnissavnið eina nevnd, sum skuldi koma við tilmæli um, hvat av krígsminnunum var vert at varðveita.

Landsverk hevur í skrivi til Søvn Landsins søkt um, at nakrir betongklumpar verða loystir úr friðing, sum tað verður kallað, nú ætlanin er at gera rundkoyring í økinum.

Og svarið kom eftir at Rigmor Dam hevði sitið nakrar tímar í stólinum, og svarið var nei.

Hon tekur undir við avgerðini hjá Fornminnisnevndini, sum mælir henni til at siga nei.

Og hetta er sama Fornminnisnevnd, sum hevur sett eina staðkenda nevnd at gera tilmæli um, hvat er vert at varðveita og hvat ikki. Henda nevnd er ikki komin við nøkrum tilmæli enn.

Jøgren Niclasen, sigur við VP, at hann ætlar sær at leggja eitt uppskot fyri tingið, tá ið tað ikki hevur hjálpt nakað hjá hinum vágatingmanninum at tosa við sín somgongupartnara.

- Broytir Rigmor Dam hetta ikki sjálv, so má eg leggja málið fyri tingið, sigur Jørgen Niclasen.

- Søvn Landsins vil ikki at nakað skal vera uttan fyri teir, og herferðin hjá Søvnum Landsins byrjaði, tá ið Krígssavnið fekk tann Grøna bygningin við flogvøllin.

- Ætlanin var tá at fáa Bjørn Kalsø at spæla við, men Bjørn Kalsø vildi ikki, men so skjótt sum Rigmor Dam var komin framat, so fekk Søvn Landsins sín vilja.

Jøgren Niclasen vísur á, at tað ber ikki til at hvør betongklumpur sum bretar løgdu í Vágum skal friðast og steðga allari menning í oynni.

- Vit høvdu eina vegajáttan fyri Vágar, har tað stóðu 3 milliónir krónur um árið, men hana hevur nýggja samgongan strikað og friðað alla oynna, sigur Jørgen Niclasen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo