Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá eg lurtaði eftir formansrøðuni hjá Aksel V. Johannesen, formanni í javnaðarflokkinum á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin,  legði eg serliga tilmerkis tvinnar útbyggingar á miðnámsskúlaøkinum, sum samgongan ætlaði at fara undir. Ítøkiliga nevndi hann, at samgongan ætlar at byggja út Tekniska Skúla í Klaksvík og Miðnám á Kambsdali. Báðir hesir skúlar eru útbygdir, og í hvussu so er tann eini fleiri ferðir, seinastu árini. Eg standi spyrjandi, um tað júst eru hesir báðir skúlar, sum hava størsta tørv á betri hølisviðurskiftum?

Í mínum hugaheimi eru raðfestingarnar hjá samgonguni ivasamar, tí vit hava tveir skúlar á miðnámsøkinum, sum eru ætlaðir næmingum úr øllum landinum, men sum ikki sjálvir hava næmingabústaðir til næmingar, har tað illa ella als ikki ber til at ferðast millum heim og skúla.

Annar av hesum skúlum er Heilsuskúlin í Suðuroy, sum sjálvsagt skal kunna vísa næmingum úr øðrum oyggjum á ein tryggan og varandi bústað, meðan tey ganga á skúlanum. Hetta skuldi verið so sjálvsagt, serliga tá hugsað verður um stóra tørvin á arbeiðsmegi innan eldraøkið. Her hevði eitt næmingaheim verið upp á sítt pláss.

Hin skúlin er Miðnám í Vestmanna, sum er mítt gamla arbeiðspláss. Hesin skúlin bjóðar ídag eina grøna yrkisgymnasiala tilfeingisbreyt og eina yrkisútbúgving innan aling. Báðar hesar útbúgvingar eru ætlaðar næmingum úr øllum landinum. Men hvussu í allari víðu verð skulu avbygdanæmingar kunna søkja skúlan, tá busssambandið til nógvar bygdir er óbrúkiligt, og tað ikki ber til at finna bústað í Vestmanna? Her hevði tað verið upplagt, at eitt næmingaheim fekk fyrstu raðfesting í politiska kabalinum.

Tað eru politiskar avgerðir, sum hava plaserað skúlar og útbúgvingar ymsastaðni í landinum, men onki hongur saman, um nógvir áhugaðir umsøkjarar eru avskornir frá at kunna søkja útbúgvingarnar.

Jákup Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo