Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Granskingarráðið: Samgonguskjalið hjá nýskipaðu samgonguni varð undirskrivað og almannakunngjørt 22. desember. Eisini varð nýggja landsstýrið tilnevnt.

Komandi skeiðið verður tað Djóni Nolsøe Joensen umboðandi Javnaðarflokkin, sum verður landsstýrismaður fyri virkisøkið hjá Granskingarráðnum. 

Vit hava hugt at samgonguskjalinum úr okkara sjónarhorni við denti á gransking, menning og nýskapan. 

Undir høvuðsmálunum hjá samgonguni stendur, at: 
- Vit vilja skapa betri útbúgvingarmøguleikar, økta gransking og lyfta mentan, list og mál á øllum økjum.

Undir ymsum yvirskriftum stendur víðari:

Náttúra
- Gransking, ráðgeving, kortlegging, eftirlit og fyrisiting av náttúruni verður raðfest

KT og talgilding
- Stimbrast skulu vinnur, ið krevja góðan KT-førleika, eitt nú rúmdartengd vinna og gransking

Heilsuøkið
- Universitetssjúkrahús verður skipað við heilsuvísindaligari gransking og førleikamenning. Møguleiki skal vera
fyri at taka partar av læknaútbúgvingini í Føroyum.

Dagstovnaøkið
- Námsfrøðilig gransking verður styrkt

Fólkakskúlin
- Meira gransking skal skipast á skúlaøkinum

Yrkisútbúgving, miðnám, hægri útbúgving og gransking
- Langtíðarætlan skal leggjast fyri gransking, menning og nýskapan, og gransking skal samskipast betur.
- Almenni stuðulin til gransking skal hækkast líðandi, og samstarvið við vinnuna um granskingarverkætlanir og
fígging skal útbyggjast.

Sí alt samgonguskjalið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo