Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mentanarnevndin hevur lagt álit fram í sambandi við uppskotið um Filmsgrunn Landsins.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Klippfisk, Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmshúsið, Umhvørvis- og vinnumálaráðið og landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Beinta Løwe Jacobsen, Jóhannis Joensen, Bjarni Kárason Petersen og Djóni Nolsøe Joensen) hevur hesar viðmerkingar:

Undir viðgerðini er komið fram, at áhugin fyri Føroyum sum filmslandi er veksandi. Fleiri útlendskir sjónvarps- og filmsframleiðarar leita sær hendavegin fyri at kanna viðurskiftini, tá tað ræður um staðseting, upptøkur og annað.

Longu nú hevur stór filmsframleiðsla verið í Føroyum. Hetta var, tá upptøkur til nýggjasta James Bond filmin vórðu gjørdar í Føroyum. Umframt arbeiði til teirra, ið starvast í filmsvinnuni, so er nevndini upplýst, at hesar upptøkur eisini høvdu inntøkur við sær til aðrar vinnur m.a. gistingar- og matvinnuna.

Eisini eru upptøkur til filmsrøðina Trom gjørdar í Føroyum. Løgtingið hevur játtað fýra milliónir kr. til hesa filmsverkætlan.

Verður Filmsgrunnur Landsins settur á stovn, fer hetta at stuðla undir og menna føroyska filmsframleiðslu, so talan kann gerast um eina vinnu, ið kann kasta pening av sær og sum fer at hava við sær inntøkur til aðrar vinnur. Harumframt fer hetta styrkja møguleikan hjá føroyingum at vera við í stórum útlendskum films- og sjónvarpsupptøkum.

Filmsframleiðsla er eisini ein týðandi táttur, tá tað ræður um at varðveita og styrkja føroyska samleikan, mál og mentan okkara, og listarligu førleikarnar innan film. Tí er umráðandi, at játtanin til filmsframleiðslu veksur, so at Filmsgrunnur Føroya innan eitt áramál hevur 10 til 12 mió. kr. árliga at lata til filmsframleiðslu.

Umráðandi er við einum skotti ella armslongd millum politisku skipanina og filmsframleiðsluna.

Filmsgrunnur Føroya skal skipast við fimm nevndarlimum, sum skulu hava holla vitan og kunnleika til film og filmsframleiðslu. Hetta er við til at tryggja armslongd, og at atlit verða tikin til filmskunnaleika heldur enn politiska áskoðan.

Landsstýrismaðurin velur fimm limir eftir tilmæli frá fimm stovnum. Undir viðgerðini er komið fram, at skilagott hevði verið, um Kringvarp Føroya skal tilmæla ein av nevndarlimunum í staðin fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Tí setir meirlutin fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
Í § 2, stk. 1, 4. pkt. verður “Fróðskaparsetrinum” broytt til: “Kringvarpi Føroya”.
Viðmerkingar:
Við hesi broyting verður tað í staðin fyri Fróðskaparsetrið Kringvarp Føroya, ið verður ein av teimum fimm tilmælandi pørtunum.

Minnilutin (Beinir Johannesen, Edva Jacobsen og Heðin Zachariasen) hevur hesar viðmerkingar:

Filmsvinnan hevur verið í stórari menning seinastu árini, og áhugin fyri Føroyum sum filmsland er stórur, serliga aftaná leiklutin hjá Kalsoynni í seinasta James Bond filminum. Filmsvinnan hevur eisini nógv avleitt virksemi, serliga innan tænastuvinnuna, og tí er tað týdningarmikið, at vit skapa góð kor fyri filmsvinnu, og skapandi vinnugreinar annars.

Vit hava í dag tvær skipanir, tá tað kemur til film; afturberingarskipanina og stuðulsjáttanina til film. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri fíggjarárið 2022 eru 100 tús. kr. játtaðar afturat til stuðulsjáttanina til film fyri at varðveita menningina á filmsøkinum. Samgongan hevur ikki ætlanir um at stovna nakra nýggja skipan, ella grunn, til filmsvinnuna, men heldur at styrkja tær verandi skipanirnar, so vit eisini eru kappingarfør á hesum økinum í mun til grannalondini.

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Mentanarnevndin, 7. oktober 2021
Beinta Løwe Jacobsen, formaður
Beinir Johannesen, næstformaður
Jóhannis Joensen
Djóni Nolsøe Joensen
Bjarni Kárason Petersen
Heðin Zachariasen
Edva Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo