Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr.  68/2025: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)

Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur lagt málið fram tann 11. desember 2025, og eftir 1. viðgerð tann 17. desember 2025 er tað beint Trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann  8. og 12. januar og 19. februar 2026.  

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Landsfelag Pensjónista, Heilsuhjálparafelag Føroya, Næmingaráðið á Glasi, Fakfelagssamstarvið, Verkafólk, Búskaparráðið, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Almannaverkið og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Árni Skaale, Johan  Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen)  hevur hesar viðmerkingar:

Í løgtingsmáli nr. 67/2017 samtykti Løgtingið at áseta pensjónsaldurin til 67,5 ár í 2025 og til 68 ár í 
2030. Umframt hesar ítøkiligu broytingarnar varð eisini ein frymil samtyktur fyri, hvussu pensjónsaldurin skal ásetast í framtíðini. Hetta er ein leistur, sum landsstýrið nú ikki vil fylgja.  

Fyri ári síðan legði landsstýrið uppskot fram, sum var ein framskundan í mun til lógina, hetta uttan at hava hoyrt arbeiðsmarknaðin. Tað uppskotið varð tikið aftur av landsstýrinum. Tá varð væntað, at samráðingar fóru at verða við arbeiðsmarknaðin, men nei.  

Upplýst er fyri Trivnaðarnevnini, at bert ein fundur hevur verið við fakfeløgini; ein fundur, sum bert var ein kunningarfundur. Landsstýrið legði so uppskot fram aftur í desember, sum ikki so frægt sum hevur verið til hoyringar. Ein sera løgin og ódemokratiskur arbeiðsháttur í einum so týdningarmiklum máli.  

Fyriliggjandi uppskot frá samgonguni er eisini ein framskundan í mun til leistin, sum varð samtyktur í 2017.

Okkum vitandi er eingin útrokning gjørd, sum vísir munin millum núverandi uppskot og eitt uppskot grundað á tann frymilin, sum varð samtyktur í 2017. Aftursvarið frá arbeiðsmarknaðinum hevur eisini verið ógvisligt.  

Helst eftir trýsti legði landsstýrið í fjør eisini eitt uppskot um eina sokallaða “tíðartreytaða pensjón” fram. Hetta var ásannandi, at ymsu starvsbólkarnir eru ymiskt fyri á eldri árum. Tann sokallaða tíðartreytaða pensjónin var eitt illa grundað og lítið gjøgnumarbeitt uppskot, men skuldi tryggja tey, sum vóru niðurslitin.  

Nú pensjónsaldurin aftur kom í Løgtingið, er uppskotið um tíðartreytaða pennsjón ikki við.  

Sama landsstýrið, sum í 2017 í samljóði við fakfeløgini broytti lógina um pensjónsaldur, hevur í hesum uppskoti hildið fakfeløgini burtur og trumlað oman á teimum. Undir viðgerðini hava partar av fakfelagsrørsluni víst vilja til í semju at broyta pensjónsaldurin, men tað leggur landsstýrið líka í.  

Størsta grundgevingin fyri hesum uppskoti er haldføri. Víst hevur verið á haldsføriskanning, sum Búskaparráðið hevur gjørt. Undir nevndarviðgerðini er komið fram, at haldføriskanningin hevur so nógvar skeivleikar, at Búskaparráðið nú er farið undir at gera nýggjar metingar. Hendan kanning verður ikki liðug fyrr enn í apríl í ár.   

Verður hugt at tølunum, sæst týðiliga, at ávirkanin av at hækka pensjónsaldurin frá 68 til 69 ár ikki kann verða so stór, sum landsstýrið vil vera við.  

Okkara eldru eru munandi raskari at arbeiða enn í grannalondunum. Av 67 ára gomlum í Danmark eru bert 28,8% sum arbeiða. Hjá okkum vísa tøl, at heili 60% av okkara 68 ára gomlu arbeiða.  

Vit hava tøl frá Hagstovuni fyri 2023. Til bar ikki til at fáa nýggjari tøl. Í 2023 vóru 519 føroyingar 69 ára gomul. Sambært landsstýrinum eru millum 25 og 30 av hesum antin fyritíðarpensjonistar, fáa framskundaða pensjón ella eru í tillagaðum starvi. Tølini vísa, at 60% í hesum aldursbólki arbeiða og forvinna í meðal 246.487 kr.  

Hetta merkir, at í allar mesta lagi kunna tað verða millum 10 og 15% av hesum aldursbólki, sum fyriliggjandi uppskot skal tvinga at arbeiða. Talan er sostatt í besta føri um millum 52 og 79 fólk. Í so høgum aldri er talið helst væl lægri. Tað sigur seg sjálvt, at hesi ikki einsamøll kunnu bjarga haldførinum.  

Tað hevur heldur ikki í tilgongdini og í samband við hoyringarnar verið dult fyri, at hetta uppskotið er ein politisk avtala, sum skal tryggja, at eitt annað stórt mál verður gjøgnumført. Tað stóra málið er Suðuroyartunnilin. Hesi mál hoyra ikki saman.  

Harumframt hava Johan Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen hesar viðmerkingar:

Vegna sambandsflokkin kann als ikki takast undir við uppskotinum um at broyta galdandi skipan fyri hækking av pensjónsaldri longu nú aftur.

Løgtingið hevur i løgtingsmáli nr. 67/2017 samtykt at áseta pensjónsaldurin til 67,5 ár í 2025 og til 68 ár í 2030. Umframt hesar ítøkiligu broytingarnar varð eisini ein frymil samtyktur fyri, hvussu pensjónsaldurin skal ásetast í framtíðini.

Hetta er ein leistur, sum eigur at verða fylgdur, tí hetta er kontraktin, sum tá varð gjørd við arbeiðsmarknaðin um áseting av pensjónsaldrinum. Hesin leistur frá 2017 varð settur í verk fyri at tryggja haldføri í vælferðarskipanini og fyri at geva borgarum og arbeiðsmarknaðinum støðugar karmar at innrætta seg eftir langt fram í tíð. At broyta leistin longu nú er ikki neyðugt og fer at undirgrava álitið á politiskar langtíðaravgerðir.

Tað eigur at verða tikið í størsta álvara, at øll tey stóru fakfeløgini mæla frá, at tað nú longu aftur verða gjørdar broytingar - tí broytingar av so grundleggjandi týdningi eiga at verða gjørdar í samráðing og semju við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis sum føroyskur arbeiðsmarknaðarsiður leggur upp til.

Ósamsvar í haldførisgrundgevingini. 
Sitandi samgonga og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hava í áravís víst á haldføri og hækking av pensjónsaldri sum ein týðandi part av haldførisætlanini. Vit eru samdir í, at haldføri eigur at raðfestast høgt, men alt hetta tosið missir tó trúvirði, tá samgongan samstundis hevur valt at lækka ríkisveitingina, sum er fruminntøka, við 100 mió. kr. í sínum samgonguskeiði.  

Sambært Fíggjarmálaráðnum sparir hvørt ár við hægri pensjónsaldri landskassanum umleið 50 mió. kr. Tí svarar henda lækkingin til sparingina av tveimum árum, sum eru løgd afturat arbeiðstíðini hjá teimum, ið í dag fara á pensjón við umleið 67,5 árum. Tað er trupult at skilja, at haldføri verður brúkt sum grundgeving her, men ikki í øðrum fíggjarligum raðfestingum.

Av hesum orsøkum kunnu vit ikki taka undir við uppskotinum. Tað er bæði skilagott og ábyrgdarfult at halda fast við tann leist, sum Løgtingið longu hevur samtykt. Skulu broytingar gerast í framtíðini, eiga tær at verða gjørdar í breiðari semju og í samráðing við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Samanumtikið mælir meirilutin í nevndini landsstýrinum til at taka uppskotið aftur og byrja samrøður við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og gera eina langtíðarsemju.  

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti (Hans Jacob Thomsen og Súsanna Bertholdsen) hevur hesar viðmerkingar:

Endamálið við hesum uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin er at betra um haldførið í føroyska búskapinum.

Føroyingar liva longur enn áður, og tann gongdin sær út til at halda fram komandi árini.  

Tað ger, at tað verða færri, sum eru til arbeiðis í mun til talið av pensjónistum. Avleiðingin av tí er, at føroyski búskapurin hevur eina haldførisavbjóðing, har útreiðslurnar vaksa skjótari enn inntøkurnar.

Um pensjónsaldurin ikki fylgir við hækkaða livialdrinum, fara vit at fáa alsamt størri avbjóðingar við haldførinum, og grundarlagið undir okkara sterka vælferðarsamfelag viknar.

Hesin minnilutin ásannar, at ein hækkan av pensjónsaldrinum bara loysir ein part av avbjóðingini við langtíðarhaldførinum. Tað verður framvegis neyðugt við øðrum átøkum, um javnvág skal fáast millum almennar inntøkur og útreiðslur komandi árini.  

Hækkaður pensjónsaldur er eitt týðandi stig, men langt frá einasta loysnin. Men átøk fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum kunnu ikki standa einsamøll, tí skulu vit fáa haldføri í búskapin, verður eisini neyðugt at hækka inntøkurnar hjá landinum, eitt nú við at taka inn ein størri og rættvísari part av serstaka vinninginum, sum vinnulig serrættindi hava við sær.

Hesin minnilutin heldur, at eitt so týðandi stig sum at broyta pensjónsaldurin átti at verið gjørt í breiðari semju millum stóru flokkarnar á tingi, og eisini í samstarvi við fakfeløgini á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Løgmaður setti í hesum sambandi ein sonevndan haldførisbólk við forfólkunum úr øllum flokkum á tingi at gera semjur um størri bygnaðarligar broytingar, sum skuldu fáa haldføri í føroyska búskapin. Vit kunnu tó staðfesta, at andstøðan ongan áhuga hevur havt í at gera breiða semju um pensjónsaldurin. Tað er lættari ikki at taka ábyrgd í málum, sum smakka fólki illa.  

Soleiðis var eisini í 2018, tá samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn við stuðli frá Sjálvstýri, gjørdi eina nýskipan av pensjónsskipanini, og tí hevur hesin minnilutin ilt við at taka í álvara viðmerkingarnar hjá meirilutanum, at samgongan nú ger seg inn á pensjónssemju frá 2018.

Ein semja, sum andstøðan ikki vildi vera við til og atkvøddi ímóti.

Hesin minnilutin ásannar eisini, at arbeiðsmarknaðurin er nógv broyttur samanborið við fyrr, og størv eru sera ymisk; bæði kropsliga og sálarliga. Tað er stórur munur á, hvussu fólk eru fyri, tá tey røkka pensjónsaldrinum. Tíbetur hava nógvir føroyingar longu í dag bæði heilsu og orku at arbeiða longur, og tað sæst millum annað aftur í, at alt fleiri føroyingar halda fram við at arbeiða, eftir at tey hava rokkið pensjónsaldur. Vit kunnu vænta, at hendan gongdin heldur fram komandi árini.

Samstundis eru eisini mong, sum eru merkt av einum longum og krevjandi arbeiðslívi, sum ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum heilt til pensjónsaldur í dag, og hjá teimum kann ein hækkan av pensjónsaldrinum kennast sum steinur omaná byrðu.  

Hesin minnilutin er av tí áskoðan, at tað er neyðugt at fara undir eitt arbeiði at endurskoða og menna treytirnar fyri at sleppa á pensjón frameftir, so ein framtíðar pensjónsskipan verður bæði burðardygg, kennist rættvís og í størri mun tekur hædd fyri ymiskleikanum á fólki.

Verandi skipan við framskundaðari pensjón hjálpir nakað uppá ta avbjóðingina, so tað verður lættari at sleppa av arbeiðsmarknaðinum hjá teimum, ið ikki orka ella megna at arbeiða meira. Tú kanst í dag søkja um framskundaða pensjón fýra ár áðrenn almenna pensjónsaldurin, og við hesum uppskotinum verður aldursmarkið fyri framskundaðari pensjón 65 ár frá 1. juli 2030.

Tað gevur teimum, sum lúka treytirnar, ein veruligan møguleika at fara av arbeiðsmarknaðinum áðrenn fólkapensjónsaldur.

Undir viðgerðini er komið fram, at skipanin við framskundaðari pensjón ikki altíð er so einføld og gjøgnumskygd orsakað av vantandi kunning hjá teimum, sum umsita skipanina. Hesin minnilutin leggur dent á, at tað eigur at vera lætt og ómakaleyst hjá teimum, sum lúka treytirnar, at sleppa á framskundaða pensjón. Umsitingarligar forðingar og drúgvar mannagongdir eiga ikki at gerast ein eyka byrða fyri fólk, sum longu standa í eini torførari støðu. Skipanin eigur at vera greið, gjøgnumskygd og smidlig, so borgarin fær eina skjóta og rættvísa viðgerð.

Ein týðandi partur av pensjónsbroytingunum hesaferð er uppskot, sum fer at geva teimum, ið hava fingið tillutaða framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, atgongd til teirra egnu pensjónsuppsparing. Tað málið er klárt til 2. viðgerð. Tað verður ein virðiligur og týðandi fíggjarligur bati hjá teimum, sum ikki megna at halda fram á arbeiðsmarknaðinum til pensjónsaldur.

Samanumtikið ásannar hesin minnilutin, at uppskotið um pensjónsaldur er ein neyðug tillaging til eina samfelagsliga gongd, sum vit ikki kunnu síggja burtur frá. Arbeiðið við at tryggja langtíðarhaldføri og eina rættvísa pensjónsskipan eigur tó ikki at steðga her. Tað krevur framhaldandi politiska ábyrgd og fleiri átøk komandi árini.

Hesin minnilutin vil at enda vísa á, at frægast hevði verið at hildið seg til samtyktina frá 2018, sum ásetti, at pensjónsaldurin fyrst hækkaði við hálvum ári upp í 67,5 ár í 2025 og so eitt hálvt ár upp í 68 ár í 2030. Tá varð lagt upp til, at politiska skipanin í 2025 skuldi taka støðu til, um pensjónsaldurin skuldi hækka upp í 68,5 ár í 2035. Men hesin minnilutin virðir eisini, at politisk semja er gjørd í samgonguni um, at aldurin skal hækka skjótari, enn lógin frá 2018 legði upp til.

Við hesum viðmerkingum tekur hesin minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein annar minniluti (Liljan Weihe) tekur støðu í tingsalinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #