Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Í 2020 var parturin av fólki í fátækaváða á næstan sama stigi sum í 2019 — 7,6%.

Sum sæst í talvuni niðanfyri, so hevur  prosentpartur av teimum í fátækaváða ligið um 10% flestu árini. Tó var eitt fall frá 2018 til 2019 úr 9,9% niður í 7,7%. Í 2020 var parturin av fólki í fátækaváða 7,6%, sum er næstan sama stigi sum í 2019.

Atvoldin til fallið frá 2018 til 2019 var einamest, at aldursbólkurin 67 og eldri, sum í stóran mun hevur verið undir hesum markið fór fyri ein part uppum markið í 2019 og heldur seg eisini omanfyri í 2020. 

Tað vóru einamest tey ið eru 67 ár og eldri, har tey vóru tvey ella fleiri í húski, sum fóru uppum markið í 2019. Hinvegin er støðan hjá teimum støku 67 ár og eldri áleið tann sama í 2020, sum hon hevur verið, har væl meira enn helvtin av teimum enn eru undir fátækaváðamarkinum.

Talvan omanfyri vísir samlaða prosentpartin fyri alt landið undir fátækaváðamarkinum, men støðan og gongdin hjá ymsu bólkunum og økjunum er ólík. Fleiri útgreinað tøl býtt á aldur, kyn, húskisslag og økir eru at finna í hagtalsgrunninum.

Fátækaváðin í ES og Norðurlondum
Myndin niðanfyri lýsir fátækaváðan í ES og Norðurlondum. Í ES er parturin av fólki í fátækaváða 16,7%.

Av Norðurlondunum er parturin av fólki í fátækaváða størstur í Grønlandi (2018) og Svøríki (2019), har ávíkavist 16,8% og 16,1% eru í fátækaváða. Fæst eru í fátækaváða í Føroyum og Íslandi. Í Íslandi eru  8,8% í fátækaváða (2018). Fleiri tøl eru at finna í Norðurlendska hagtalsgrunninum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo