Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Á Tollaksmessudegi var samstarvsavtala undirskrivað av borgarstjórunum í Tvøroyrar-, Hvalbiar- og Fámjins kommunu um felagstilbúgving. 

Avtalan er hemilað í tilbúgvingarlógini § 8, stk. 2, har Tvøroyrar kommuna, Hvalbiar kommuna og Fámjins kommuna hava gørt av at hava felags tilbúgving til at útinna tær uppgávur, sum eru ásettar í tilbúgvingarlógini. Hesar tríggjar kommunurnar hava søguliga sæð leingi havt eitt gott samstarv á tilbúgvingarøkinum, sum nú verður dagført og formliga staðfest í samstarvsavtaluni.

Felags tilbúgvingarnevnd
Tvøroyrar-, Hvalbiar- og Fámjins kommuna skipa eina felags tilbúgvingarnevnd samb. tilbúgvingarlógina, §12. Stk 5, og verður henda umboðað av borgarstjóranum á Tvøroyrar kommunu, sum er føddur formaður. Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu er nevndarumboð saman við borgarstjóranum í Fámjins kommunu. Eisini eru í nevndini form. í teknisku nevnd hjá ávikavist Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu, umframt einum nevndarlimi í teknisku nevnd í Tvøroyrar kommunu, sýslumanninum í Suðuroynni, einum umboði fyri Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag (SNB) og Tilbúgvingarleiðarinum.

Tilbúgvingarnevndin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av og tryggjar vegna Tvøroyrar kommunu, Hvalbiar kommunu og Fámjins kommunu, at tilbúgvingin í kommununum er nøktandi við atliti til váðan í kommununum og tilbúgvingarlógina. Tilbúgvingarnevndin skipar seg við vali av næstformanni/kv. á fyrsta fundi í nevndini, seinast 14 dagar eftir skipan av bý- og bygdaráðum samb. kommunustýrislógini. Sitandi nevndin kann ikki fara frá, fyrr enn nýggja nevndin er skipað.

Um tað við atkvøðuavgerð í tilbúgvingarnevndini stendur á jøvnum, er atkvøðan hjá formanninum avgerðandi. Limirnir í tilbúgvingarnevndini verða útnevndir við skipan av nýggjum kommunustýri, samb. kommunustýrislógina kap. 6, §28 & 29 og kap.7, §35. Nevndarliminir sita í 4 ár og kunnu afturveljast.

Daglig fyrisiting og leiðsla av felags tilbúgvingini
Tað er tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu í samstarvi við tilbúgvingarleiðaran, sum hevur dagligu fyrisitingina og leiðsluna av felags tilbúgvingini á Tvøroyri, Hvalba og Fámjin um hendi. Í hesum sambandi er tað eisini tekniska deild í samstarvi við tilbúgvingarleiðaran, sum hevur yvirskipaðu tilbúgvingarætlanina um hendi, herímillum samskipar og tryggjar, at innihaldið í tilbúgvingarætlanini verður útint í verki og dagført eftir tørvi.

Tað er tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu í samráði við tilbúgvingarleiðaran, sum mannar tilbúgvingartoymið, samb. starvsfólkaskipanini hjá Tvøroyrar Kommunu.

Fíggjardeildin hjá Tvøroyrar kommunu umsitur fíggjarviðurskiftini hjá felagstilbúgvingini. Tvøroyrar býráð er setunarmyndugleiki hjá tilbúgvingarleiðaranum.

Leiðsla í sambandi við operativ átøk
Tilbúgvingarleiðarin hevur leiðsluna í sambandi við operativ átøk. Tilbúgvingarleiðarin útinnir hesa leiðslu í samstarvi og samráði við teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu, átaksleiðaran hjá politinum, átaksleiðaran hjá sjúkrahúsverkinum og leiðaran í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag (SNB).

Fígging av felags tilbúgvingini
Útreiðslur í sambandi við rakstur og íløgur av felags tilbúgvingini verða fíggjaðar av Tvøroyrar- og Hvalbiar- og Fámjins kommunu í felag. Fíggingin verður roknað í mun til fólkatalið í kommununum pr. 1. januar í galdandi fíggjarári.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo