Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ið ein missir makan av eirindaleysari sjúku. At hitta onnur í somu støðu, kann lætta um tunga, torføra og stundum einsliga stríðið at fóta sær aftur. 

Tí skipar Krabbameinsfelagið fyri samtalubólki fyri tey, sum hava mist maka sín, orsakað av krabbameini.

Endamálið við at savna fólk, sum øll hava mist maka sín, er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin av makanum gevur, og í gjøgnum samtalurnar við onnur í somu støðu, koma styrkt/ur víðari í lívinum. Samtalurnar eru sjálvandi í trúnaði.

Til at skipa fyri og leiða bólkarnar, eru sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum, sum hava terapeutiska eftirútbúgving og hava drúgvar royndir við at arbeiða við fólki, sum eru í sorg og kreppu.

Týsdagin 26. Januar 2016 frá kl 13.00 til 15.30 er fyrstu ferð at bólkurin kemur saman – møtt verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn. Ætlanin er at bólkurin er samlaður 1 ferð um mánaðin 6 ferð í alt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo